- Project Runeberg -  Lesibók /
291

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

og um útróðrarlíkindi kundu verða fyri komandi degi,
og tá fer alt sum skjótast niður undir tær heitu
rekkju-váðirnar, og so var alt kvirt. Seinast slapp tó gentan,
sum fekst við baking; drýlarnir máttu hava góða
skorpu, áðrenn teir vóru hirdir í eimin, og tá vóru
hirðingartorvurnar lagdar at hava til lív morgunin
eftir. —

Fjallgonga.

Fjallakavi var lagstur, nú kavaði oman í hálvan
hagan, og tað seyðafylgi, sum vant var st ganga uppi
undir tindinum, var farið av biti har og hevði lækkað
seg oman eftir í hagan. Tað var ikki meiri enn vika
til veturnætur, og nú mátti hugsast um at ganga fjall
eftir veðurlambsskurði; — eitt bráðasóttarlamb var
longu borið heim sum deyðseyði, og spell var, um sóttin
skuldi taka tey bestu lombini, sum hon hevir lyndi til
helst at herja á, og kvíðandi var eisini fyri, at
veður-lombini skjótt vildu fara at gima, nii kuldi og
ribbings-veður var komið; — gimakjöt vai- herskið at hava
at eta.

Samgonguboð vóru gjörd til grannarnar um fjall
í ytri líð đagin eftir, um fjalllýsi var, og veðurlagið
var til í annan máta. Hann var klárur um náttina og
frysti; fjallmenninir vóru tíðliga á veg um morgunin
at búgvast til, hövdu haft húðaskøðini lögd í blot og
fingu sær skóbond at vevja undir ilina og upp um
ristina, av tí at væntandi var, at hált var í líðini, hvar
vætur vóru og gler var komið á um náttina.
Fjall-stavirnir vóru settir upp við roykstovuveggin hjá
bónd-anum »frammi í stovu«, hvar fjallmenninir komu saman
at ráðast uin ferðina; seyðahundarnir gingu úti í túni
og goyðu; teir kendu á sær, at fjallgonga mundi vera
fyri, og at teir henda dagin skuldu reka manna órindi
og fara við á fjall. Tað var um lýsing, fjallmenninir
vóru allir komnir og ætlaðu nú at fara, men tá kom
eitt so herviliga frekt æl, at teir stedgaðu og ivaðust,
um tað bert var eitt degningsæl, ella hann mundi fara
at gera ríð og sláa í rok. — Men nú lýsti aftur í ælið,
og hann setti roðan so langt vestur á luftina utan at

19*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0309.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free