- Project Runeberg -  Lesibók /
292

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

taka hann skjótt aftur í seg, og hetta var gott mark

hjá teimum, at dagurin mundi verða góður at reka

seyð í. Teir fóru nú allir; sporsnjógvað var, kavin
var ikki enn feimin, men so leysur, at ilt var at vara
seg fyri at detta, hvar hart gler var undir honum, av

tí at kavin fjaldi glerið; — væl var, at teir hövdu skó-

bondini, sum hjálptu teimuin at standa fastir í hálkuni;
ikki var gamansleikur at fara av fótum har, ti líðin
var brött, og öll líkindi til, at uin nökrum barst á at
detta, vildi hann ivaleyst ikki stedga aftur fyrr enn í
havinum ella í fjöruni, og tá beinbrotin, og sorlaður
til deyða. Men oyarskeggjarnir, sum byggja lond á
smáoyggjunum her vestur í fí stóra havinum, eru ikki
aleina dúguligir við árini í bátinum, so at fáur nian
vera teirra javnlíki, inen tað er eisini ein stuttleiki at
síggja teir á fjalli, lættir á fótum og treystir at renna
upp ímóti eini brekku; — at taka seyð á føti er ofta
haft til roysni hjá fótfimastu monnum. — Tí betur,
einki ilt barst til í líðini, eingin meiddi seg, og
seyð-urin rakst væl: klaki var lagstur á hann av tí grumma
ælinum, hann tyngđi á liann og darvaði hann í
gongd-ini. Gongan var nú savnað, og royndi okkurt stygt
lamb, surn var undan tindinum og hægsta fjallinum, at
stinga seg burtur úr gonguni og fara á flog aftur upp
móti fjallinum, varð rópað á hundin: huts! og so feyk
hundur og maður við honum av stað at fáa beint tað
aftur í gonguna. Eitt lamb slapp og helt oman eftir
móti bakkanuin; teir beittu hund eftir tí, og tað leyp
á sjógvin, men bátur iá undir at taka við, at einki
skuldi misfarast, uin nakað fór fyri bakka.

Nu var komið í rætt, og samgongumenninir gingu
í rættini at taka skotaseyðirnar burtur úr og reka teir
aftur um mark inn í sín haga. Seyðurin var tá bundin
niður á rættini og handlaður, hvat takast skuldi nú i
skurð, og hvat ganga eftir til klipping og jólaseyð;
–einki skuldi ganga eftir í haganum á hávetri, sum ikki
ivaleyst var lívseyður, mentur at tola vetrarkavan og
at standa í svulti eina tíð, um so skuldi bera á, at
veturin var kavamikil og harður, og seyðurin ikki skuldi
torga út úr bóli at skava. So vóru geldseyðir, áseyðir,
gimburlomb og tey veðurlomb, sum upp vóru gjörd til
brund, slept upp og latin út úr rættini ígjögnum
smoguna, og hini, sum skuldu koma í býti, verða nú

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0310.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free