- Project Runeberg -  Lesibók /
293

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

lögd í haft, so at seyðbandið verður bundið á skák frá
högra horni og til sperruleggin á vinstra føti á
fram-beininum; nú er lætt at reka seyðin frá rættini og

heim til hús; heftur hevir hann bága av at ganga og

hugsar ikki um at renna burtur úr gonguni, og soleiðis
kemur öll gongan heim á flöttin, hvar býtið skal vera,

og verður aftur bundin niður.

Hesin hagin var fýra og tjúgu merkur, grasgóður
og albeittur; hann hevði sítt seyðamerki sum allir aðrir
hagapartar í oyggjunum hava sít.t hvör: rivað stúv á
högra oyra og sneitt framman av á vinstra. Hetta árið
var tíggjundað til at skera tjúgu á mörkini, og
tíggj-undin tikin á rættini í seinni gongu av óbýttari várull:
sex vágir og tveir partar í sjeyndu (6% vág = sex
vágir og tvey pund — tvey bismarapund = 48 nterkur);
hesa ullina hevði sýslumaðurin tikið við til at býta javnt
ímillum kirkju, kongs og prests. Ullin vav tikin av
felaginum, so at hvör maður, sum har átti jörð, um tað
var so lítið, at honum ikki líknaðist meiri enn ein lítlan
part í einum lambi, tó har uppi í hevði givið sín
ullar-lagd ella tey fáu hár, sum skuldu leggjast av tí í tíggjund.
Teir, sum ongan jarðarteigin eiga, men hava eina
kenn-ingarær gangandi í haganutn, tíggjunda sjálvir av ti
ærullini, teir fáa, eina mörk í ull fyri hvört lamb, teir
skera.

Nú kemur býtið á; hvört lamb verður handlað,
lyft upp í hornunum at skatta tyngdina á tí, so klípt
og trilvað, og soleiðis verður alt javnt býtt í tríggjar
partar: til átta merkur í hvörjum; nú verður lutað um,
hvönn av hesum trimum pörtunum hvör felagstriðjungur
skal hava; ella teir, suin ikki hava býtt, taka tann
partin, sum teir velja sær. So verður hvör triðjungur
aftur býttur sundur í smærri partar eftir marka-,
gyllina- og skinnatal, so sum hvör eigir jörð at taka
til, utan so er, at ein kongsbóndi eigir allan triðjungin.
ótrúligt er, hvussu væl teir duga at býta seyðin og at
leggja góð lomb at teimum ringu, so at hvör fær tað,
hann eigir, og tað er sjaldan at hoyra klagu yvir, at
nakar fekk minni enn hann átti at fáa. Tá verður
borið heim í húsini tað, sum flettast skal um kvöldið.
Börnini flykkjast alla tíðina um loinbini, og verður
nakað lamb borið heim í stovuna til teirra, so er gleði
og tey elta tað, kyssa og klappa tí og hjúkla upp yvir

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0311.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free