- Project Runeberg -  Lesibók /
294

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tí, inntil pápin kemur við knívinum at svæva tað, tá
koma börnini við sneisini at røra blóðið, tí mamman
hevir lovað teimum blódmör, og tey ugga seg við
öll-um tí forkunniga, sum lambið skal geva teimum.
Tungt er í teimuin fátæku húsunum, hvar tey einki
fáa at blóðga, tí at jörðin er gingin frá húsinum, seld
av neyð. Hesi húsini er tó fá; um tey onga jörð eiga,
fær ein lamb sum fjallmaður, ein annar eitt lamb fyri
slóttur ella hoygging og fyri annað, tey kunna hava
gjört bóndanum, sum hevur haft teir til bønarmenn, og
heitt á teir, tá ið neyðugt hevir verið; hvör maður vil
heldur arbeiða fyri seyð enn fyri dagløn í peningi.
Nú verður gingið úr húsi og í hús helst til bøndurnar
at forvitnast um, hvussu skerst, og so verður svarað,
hvussu mangar merkur í tálg eru í lombunum, tí vegið
verður úr hvörjum lambi so skjótt, sum flett er. Skjótt
er atborið at fletta eini 40 lomb: ein svævar, annar
tummar og ein triði opar og heingir krovið upp á
bitan. Nógvir vaxnir dreingir tyrpast saman hjá
framí-stovubóndanum; tað er stuttleiki hjá teimum at ætla,
hvat er av tálg í hvörjum lambi, sum inn verður borið
at flettast, og ofta eru teir ójavnir á máli og træta sín
ámillum; ella teir royna styrki at benda hornini av
veðurlambshövdunum. Yvir hövur ljóðar, at illa skerst
í heyst, og at soltið er. Tað hevði verið væl lambað
um várið, eingin særdeilis lambadeyði hevði verið; men
í ásaroyting (áseyðaroyting), sum longu kom fyri í sættu
viku á sumri, av tí at seyðurin var so tíðliga búgvin
eftir tí góða vetrinum, kom óhapp á, og illveður við
regni tók teimum naknu ónum so fast, at mjólkin
mirikaði, so at ómegd kom í lombini, og tey komu
ikki aftur fyri seg at fitna. Hjá smámonnunum var
stórur mismunur á, hvat teir fingu: sumum, sum áttu
meir enn gyllin. ognaðist eitt lamb sum tað var við hár
og hold; aðrir, sum minni áttu, kundu fáa ein helming
úr lambskrovi, aðrir ein iim (fimm stykkir ella fjórðing
úr krovi), og aðrir aftur ikki meiri enn eitt ella tvey
stykkir; men væl bar til at býta úr lainbinum til
hvönn tað, hann hevði at taka til av jörðini, tí at
lambskrovið er býtt í tjúgu stykkir, tá ið ikki
fóta-mórur er ristur av; liann, sum størsta partin eigir í
lambinum, eigir drápið av tí. Tey sum einki blóðgaðu
ella fingu lítið av tí, sum fjallið gav, sanna tað, í einum

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0312.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free