- Project Runeberg -  Lesibók /
295

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tátti sigist: »ríkir bøndur oxar keypa, mangt man feitt
um fátækan leypa«, men so vitja tey bøudurnar at
biðja sær eini avroð (hövdið, føturnir, livur, lunga,
hjarta og vomb), ella sveita (tí ikki verður alt blóðið
rørt, tá ið nógv av seyði kemur til eitt hús), og hann
doya tey og eta aftur við mjólk; er hann meir enn
đoyddur og komin á kók, er hann illa etandi. — Er
bygdin fátæk, hvar ein stórur partur av jörðini er
komin í hendur á utanbýggjarmonnum, sum krevja
av-skurð av uppsitaranum, er tað syndarligt dagin eftir
fjallgonguna at- síggja fleiri bátsfarmar av seyði fara í
ymsar ættir frá bygdini. Men börnini gleða seg tó
heima, tí tey blása blóðrur, gera hornaklingrur at stikla
við úti á bønum og horn at spæla við og reka, sum
var tað seyður, og tey vóru á fjalli sum menninir
dagin framman undan.

Grindaboð.

Vit vóru farnir út at reka og hövdu umframt
húkar at halda fyri smáfisk og hvíting stórongul við
og hövdu haft ein stóran kalva uppi undir borði, men
hann sleit og fór við ongli og teymi sin veg; — ikki
var at undrast á, at vit vóru harmfullir um, at hann
skuldi sleppa, og hesin góði fongur ganga frá okkum.
Men hesin harmurin varð skjótt, gloymdur, tí strax
eftir fingu vit annað at hugsa um, sum gleðiligari var.
Úti suður av okkum sást bátur, sum hevði uppi á
mastur; — snórini vóru sum skjótast drigin inn í
bátin, og vit tríggir tóku til at rógva so hart, vit vóru
mentir, út til grinđina. Tá ið ein stund var umliðin,
nærkaðust vit so mikið, at blástur hoyrdist avgrindini;
— tað var silvitni og logn, sjógvurin stóð sum ein
sveiti, og fjöllini stavaðu niður í hann. Stór sýndist
grindin at vera; teir ætlaðu hana minst til einar átta
hundrað hvalir. Ein bátur var nú komin aftur at, og
nú var roynt at reka grindina og binda vavsteinin í
snørisendan at kasta fyri hana og beina hana á ta
leið, sum ynskjandi var, hon skuldi fara. Grindin var
deyðspók og firnaðist ikki fyri bátunum og væl gekk

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0313.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free