- Project Runeberg -  Lesibók /
296

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

at reka hana av havi inn at oyggjunum. Men tó at
rakstrarmenninir vóru glaðir, at teir hövdu fingið hana
so langt inn at oyggjunum, tóktist tað eina tíð, sum
hon ikki skuldi fáast longur, tí at hvörja ferð hon var
komin væl inn um Borina í Nólsoynni, otaði hon seg
út aftur um bátin, og vildi út aftur eystur í havið; —
hon mundi kenna á sær, at har var ein bólkur, sum
var slitnaður frá, og sum hon tí vildi fara á fund eftir;
— bátarnir vóru offáir at forða henni, og
róðurs-menninir vóru farnir at møðast av tí langa róðrinum;
teir vóru illa mannaðir: ikki meira enn tríggir á

hvörjum báti og soleiðis kundu ikki meira enn tveir
rógva, ein mátti standa frammi í rong og kasta fyri
grindina. Teir flestu av monnunum vóru tí fallnir í
döpurhuga og kvíðaðu fyri, at tað stóra og langa strev,
teir hövdu haft, fór at verða til einkis. Men til alla
lukku var ein maður farin suður á Borina at tyrva ein
torvlut, og hann bar eyga við bátarnar, sum róku
grind, og rann so alt, hann var mentur, heim í bygdina
at gera grindaboð: — áðrenn hann kom í bygdina,

rópaði hann: »grindaboð! grindaboð!« tað hoyrdist
langan veg, og nú rann hvör um annan í túninum við
hesum gleðiligu boðum, og börnini settu í tað sama
rópið, hvör maður fór við renningarlopi oman í neyst,
at fáa flotað bátin, leggja grindareiðskapini inn:
grinda-línur, hvalvápn, sóknaronglar, skutlar og smágrót at
hava til leysasökk at kasta fyri grinđina. Konur og
gentur koma rennandi við matskjáttum, skrínum og
hosum. So snart sum maðurin, ið boðini bar, var komin
til hús og kundi siga sonn tíðindi frá grindini, var
glaðan sett í tí rætta roykstaðinum at gera boð í
Streymoynna, og har var svarað aftur við glaðu og
boð send í nærmastu bygdir, sum ikki kundu síggja
glaðuna. Neyðarmenninir, sum eru hjá grindini,
út-lúgvaðir og givnir, og tó ikki vilja gevast so leingi
teir eru mentir at halda eini ár, teir streva enn, tó at
tað tykist teiinum hopleyst at ovðrva seg longur; teir
vita av ongum, hvat nú gerst inni á bygdunum, livussu
nær hjálpin er. Nú sær finningarbáturin glaðu á
Kýr-bergi, aftursvar á Nesi, glaðu á Strondum; hjartað
tekur at uggast í teimum, at onkur hevir sæð teir av
landi — og tó tora teir illa trúgva enn, at tað er so
væl, at tað er frá teimum sjálvum, ið verður boðað, og

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0314.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free