- Project Runeberg -  Lesibók /
297

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

ivast, at onnur grind kann vera fyri vestan, sum teir
gera boð av. Men í sama viðfanginum síggja teir ein
stóran bát, so annan og triðja og fjórða bátin koma
stevnandi út í móti teimum, froyðurin gongur frá
teimum, so hart teir rógva — tað eru Nolsoyingar,
sum komnir eru; grindaformenninir fara til
finningar-bátin at spyrja teir, í hvðnn hvalvág teir ætla at reka
grindina; — finningarmenninir geva ráðið frá sær í
teirra hendur, men siga tó, at fegin vildu teir, hon
skuldi leggja beinini á Havnarvág, um so var, at tað
vóru líkindi eftir teirra ráði at halđa henni hagar; tað
eru fátækir menn, sum hava funnið grindina, og teir
vilja, sum vera man, neyðugt missa tann stóra fong,
teimum stendst til at fáa, tá ið lukkast at drepa
grind-ina. Formenninir biðja nú rakstrarbátarnar
rekagrind-ina móti Havn, og nú kom betri rakstur á grindina, tí
nú kom bátur eftir bát, allir ómóðir og væl mannaðir,
og skjótt var, at einir hálvthundrað stórir bátar,
átta-og tíggjumannaför vóru hjá grindini, og flotin vöx
hvörja lötu av öðrum bátum, sum hövdu longri veg at
rógva. Stúrdu áður teir fáu bátarnir fyri, at teir vóru
offáir til at fáa grindina á gongd beina leið á
hval-vágin, var ikki sørt, at hugmóð nú var á monnunum,
av tí at teir vóru so nógvir, at teir hilđu tað ikki
gretta, at teir hövdu yvirvalđ á henni; men teir skulđu
fáa annað at síggja. Teir vildu skunda undir og fáa
grindina at ganga skjótari, róðu tí inn á hana og
kast-aðu leysasökkið ovnær henni, so hon fór at órógvast
og taka ferð á seg, og tað líkaði mongum av
rakstrar-monnunum væl, og teir róðu so hart, at teir kundu
fylgja henni og teir díktu á hana, men hetta leiddist
grindini við, cg puts! har kavaði hon. Róp og geyl
og skraml av árum hevði verið fyrr — nú tagnaðu
allir, og tað varð so kvirt og stilt, at minsta Ijóð hevði
hoyrst um allan bátaflotan. Allir tóku árar upp úr
sjógv og hvíldu á teimum, teir lurtaðu, um eingin
blástur skuldi hoyrast, teir stóðu á bekkjunum at
eyg-leiða hana og njósnast, hvar grindin mundi vera; —
einki hoyrdist, einki sást, grindin var horvin, ótol kom
á menninar, tikið var aftur til árarnar, ein bátur róði
í eina ætt og annar í aðra at leita eftir grinđini, men
eingin grind sást ella hoyrdist, og teir funnust á
einumhvórjum báti, sum fóru at bannast og biðja ilt

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0315.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free