- Project Runeberg -  Lesibók /
299

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

flokkinum, sum blása blóð upp í loft og mala higar
og hagar, men verða stungnir, hvar teir koma frarn;
nú linka sumir av blóðtapinum, og so verður
sóknar-ongnlin högdur í teir og línan förd á land at draga
teir upp og skera teir á háls sum skjótast at fáa
blóðið av teiraum, at tvöstið ikki skal verða brunnið;
menn vaða upp undir hendur at taka ímóti endan av
línuni, sum er föst í hvali; allir hava nóg mikið um
at vera, rópini hoyrast í öllum stöðum, úr bátunum
og úr fjöruni, og liar í millnm hoyrist eisini blótan og
bannan. Ei dáni í, at tað var gomul sögn, at ikki
skuldi lukkast at drepa grind, tá ið prestar ella
konu-fólk stóðu á landi og hugdu at drápinum; — mundi
ikki sögnin verða av tí, at teir smæddust at vísa seg
sjálvar, suin teir royndust í atburðum í grindadrápi ? —
Ein hálv ökt er gingin, síðan ið grindin er hildin til,
og nú liggja 800 hvalir deyðir á landi. Tað er so
trongt í fjöruni og so tætt av hvalum, at har má
tynnast burtur úr, áðrenn markað verður, og tí koma
boð frá sýslumanninum til grindamenninar at koma og
føra hvalir vestur í Vágsbotn. Nú kemur sýslumaður
við tveimum kallsmonnum og ganga frá hvali til hval
og skera í hvöljuna tal og metingarmark í allar.
Finn-ingarbáturin kann nú velja sær ein hval, her er ein,
sum er mettur trý skinn og gyllin, og hann verður
tikin, og maðurin á hesum bátinum. sum fyrst sá
grindina, fær kúluna (hövdið) umframt sín part í
hval-inum; er grindin feit, fær hann væl eina tunnu av
lýsi bert úr kúluni. So verða nakrir hvalir lagdir út
til matarhval til viðurlag fyri at geva öllum monnum
úr öðrum bygdum, sum har eru komnir saman, mat
og drekka, til liðugt er at skifta. Hetta verður tikið
strax av óbýttuin. So verður skift og roknað út, hvussu
mikið er til bátin, eftir at fjórðingurin av grindini
gongur í jarðarhval til teirrn, sum jðrðina eiga í tí
bygdalaginum, hvar grindin er dripin. Vaktarhald
verður sett at vakja yvir grindini, at einki skal
mis-farast og hvalir takast út av flóð ella brimi, og hinir
grindamenninir í sínum vátu körinum fara tá at đansa
at halda seg heitar og turka klæðini uppi á sær,
meðan náttin er, og skiftingin er í umbúnað. —
Sýslu-maðurin fær sær nakrar menn, sum könir eru í rokning
og væl duga at skriva; teir skulu eftir seinasta fólkatal-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0317.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free