- Project Runeberg -  Lesibók /
301

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

verið vátt, suin á landi hevir staðið og skoðað út yvir
henda lovandi herin, sum prísar Gud og takkar av
innarsta hjarta fyri miskunn og náði.

Nú leingist teiinum í bygdunum, sum menninir
eru farnir frá í grind; tvey samdøgur eru umliðin,
síðan ið teir fóru, og einki er frætt enn; men tey ugga
seg tó við, at vón er um, at grindin ikki er sloppin,
sum so ofta ber á, tí annars hövdu teir longu verið
aftur komnir; tey hyggja og hyggja við lengtandi
hjarta, um ikki bátar síggjast, fara upp á hæddir, hvar
longur sæst út í hav — einki sæst enn, og öll vera
roynd í toli. — — Nú kemur róp í: »bátarnir koma«,
so hoyrist sálmasongurin yvir havið; teir nærkast nú,
og alt fólk í bygdini ungt og gamalt fer ontan á
lend-ing, við heitari súpan ella kaffi at geva teimum móðu
og vátu monnunum. tá ið teir koma á land. Sökkladnir
eru teir, gripsborð á bátunum, tveir menn sita og oysa,
drabb er við landið av gulinum. »Tólv skinn til bátin,
sex til okkara, sum fáa hálvar partar, og alt veit væl
við«; — hetta eru tey fyrstu tíðindi, sum verður spurt
eftir og strax við gleði svarað uppá. So verður skipað
upp úr bátunum og ofta eftir lítlari hvíld farið av
stað aftur eftir öðrum farmi, tá ið grindin er stór.

Nú er öll grindin førd heim í bygdina, og nú skal

býtast sundur ímillum húsini eftir fólkatalinum, av tí at
25 fólk eru roknað til ein bát í grind; ein bygd, sum
hevir 200 fólk, tekur soleiðis til átta bátar. Tó er

ikki býtt javnt til óll, tveir heimapartar ganga á ein
manspart, sum teir eiga, ið hava fort grindina so

langan veg og haft so nógv púl av henni, og avnot
gongur til teirra einsæri, sum hava skorið hvalin upp.
Hvört mansbarn í bygdmi frá tí gomlu konuni, sum
einki er ment. at gera longur, men sum er fegin um,
at hon nú kann avreiða so mikið í lýsi, at hon nú kann
keypa sær tobak og fáa sær upp í nösina, og til barnið,
sum liggur í vögguni, hvör fær sín part; — er tað tá
undarligt, at gleði er á öllum, tá ið verður rópað:
»grindaboð!«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0319.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free