- Project Runeberg -  Lesibók /
303

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hevir í fylgi við sær, sum fýsir tll at fremja alt
gleði-ligt, gott og gagnligt fyri allar, ið hann livir ímillum.
Tá ið hesin strongurin hevir vald í mannahjarta, er
maðurin fegin, og lív hansara gleðiligt, og tað vísir
seg í friðarstrevi og kærleikshugsun ímóti öðrum. Men
í okkara syndugu natúr eru aðrir streingir, sum tí
verri ovlætt vilja koma fram og taka ræðið frá hinum.
Tá ið vreiðis, illsinnis, hats, hevndar tankar og onnur
syndalyst fáa ioyvi at ráða í hjartanum, so er
sam-Ijóðið av hjartastreingjunum spilt, og óljoð og missljóð
brýtur fram. Hesir streingirnir mega køvast og
broyt-ast, at misljóðið har inni má víkja fyri tí gleðiliga
sam-ljóðinum, at tað má vera friðarligt í mannahjartanum,
tí tá fyrstani verður hjartað sum Gud hevir skapað
tað til at vera og njóta sælu og frið.

Men hvussu skal tað nú fáast í lag at spenna teir
illu og hörðu steingirnar í hjartanum soleiðis, at teir
ikki fáa harradømið har inni, at illsinnis misljóðandi
streingir mega vendast til at verða blíðskaps
vælljóð-andi streingir, hevndarstreingir umskiftast til
fyrigev-ingar mildu streingir og onnur tílík misljóð broytast í
samljóð. Hvör kenni hjá sær sjálvum, hvörjir av teim
misljóðandi hjartastreingjunum fúsastir eru til at geva
óljóð, tá ið vondir lystir og siðaleys ágirnd fáa vald
har inni og vekja teir illu streingirnar til at darra og
at taka friðin úr hjartanum, og gera mannin tii træl
av sínum vonda lysti; tá kemur kúrur aftaná og iðran
um, at hesir ljótu streingirnir nú tóku maktina og fingu
loyvi til at bróta fram til spell fyri mannin sjálvan og
ofta til ógagns móti öðrum.

Men hvat skal nú gerast fyri at đoyva hesar
hjartastreingirnar og spenna teir so, at misljóðið av
teimum má broytast til samljóð við hinar streingirnar,
ið elska friðin og alt, ið gott, gagnligt og elskuligt er?
Og tá má svarast, at menniskjan er viknað av syndini,
og um hon roynir at stríða ímóti, er hon tó ikki ment
til fulnaðar við sínum egtia megin at vinna harradømi
yvir teim illu lystunum og spenna hjartastreingir til
fullt samljóð. Men tó eru ráð fyri hond hjá kristnum
fólki, tá ið trúgvin á kærleikin frá Gudi fær innivist
í mannahjartanuin við heiligandanum, sum hevir kraft
í sær til at stilla teir darrandi villu streingirnar og
boyggja teir móti tí ljóði, suin mannabjartanuin best

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0321.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free