- Project Runeberg -  Lesibók /
304

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

gagnar, tá ið hann letur heilagandan hjálpa sær í
stríð-inum móti tí, sum hann annars fer illa av. Sælur tann
maður og lukkuligt tað hjarta, hvar kærleikurin hevir
fingið sítt fulltónandi ljóð, og tað í álvara er komið
fram har!

í teirri stóru mannfjöldini utanum okkum eru
eisini streingir, sum hava ymist ljóð, sum kunnu
spenn-ast til yndisfullt samljóð, tá ið tílíkt verður ført fram,
suin kærleikurin hevir í sær til at røra hjartastreingir.
Eg kann soleiðis nevna fosturlandsástina, tá ið hon
við nýtum og hjartaligum orðum verður úttalað av
skaldum ella í góðum røðum. Tá stillast og tagna teir
misljóðandi streingirnir, og hjartastreingirnir í
mann-fjöldini spennast til gagnligt samljóð. Orðtakið sigir
jú: »góðsemja er fast band, knýtir saman fólk og land«.
Vesælur er tann maður, sum ikki hevir oyra og hjarta
opið og gevur orðunum um fosturlandsástina gætur og
inngongd hjá sær. Og tá ið neyð er á ferð og talað
verður hjartaliga at bøta um hana, er ikki tá ein
strongur spentur, sum ljóðar væl í hjartanum og víða
vekur samljóð í mannfjöld og dregur hjörtur saman í
eina trá til at hjálpa og troysta. Og mong tílík góð
sök borin fram av kærleikanum fær samljóð av fjöldini,
og »tá er friðurin heima«. — Ólíka er tá at liva, enn
tá ið teir skorrandi streingirnir spennast til at fremja
ófrið, stríð og bardagar, og illsinni fær vald, hat, hevnd
og tílíkt manna millum rívur sundur tey föstu bond,
sum eiga at vera teirra millum, ið búgva saman og
skuldu í felagi byggja upp hvör fyri öðrum til sælu
og alla vælferð. — Gott er ti, at spenna streingirnar
hvör í sínum egna hjarta og í samlívinum við öðrum
soleiðis, at teir ljóða væl saman og stríða ímóti hvörjum
óljóði, at 011 misljóð mega steingast úti.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0322.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free