- Project Runeberg -  Lesibók /
305

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Joen Peter Gregoriussen.

Hásongur Salomons. Fjórða kapitul.

1. Sí, væn ert tú, vinkona mín, vökur ert tú, eygu tíni
eru dúgvur millum hárlokkar tínar; hár títt er sum eitt
geita-fylgi, ið gongur á biti á Gileads fjalli. 2. Tenn tínar eru
sum eitt fylgi av kliptum óm, ið koma niðan úr tváttánni,
tær eru allar tvílembdar, og eingin teirra er geld. 8. Varrar
tínar eru sum skarlaksband, og munnur tín er søtur; vangar
tínir eru sum eitt petti av granatsepli ímillum lokkar tínar.
4. Hálsur tín er sum torn Dáviðs, bygt tíl vápnagoymslu,
har er hongt túsund av skjöldum á tað, skjöldirnir hjá öllum
teim reystu. 5. Bæði bróst tíni eru lík tveimum ungum
rádjórstvíburum, sum hava beiti ímillum liljur.

6. Til tess dagsins svalandi gul kemur og skuggar
hvörva, vil eg fara á myrrhufjall og víraksheyg.

7. Alvökur ert tú, vinkona mín, og eingi eru lýti á
tær. 8. Við mær, brúður mín, frá Libanon, við mær frá
Libanon skalt tú koma ; tú skalt líta niður frá Ámanas tindi,
av Senirs og Hermons tindi, av ljónabólum og pardaradjóra
fjöllum. 9. Tú hevir fylt hjarta mítt við ástartrá, tá ið mær
verður hyggjandi at öðrum eyga tínum, at einum av
ringa-festunum á hálsi tínum. 10. Hvat ást tín er søt, systir mín,
brúður mín! hvussu nógv betri er ást tín enn vín og
royk-urin av smyrslum tínum fram um allar angandi urtir. 11. Av
hunungi drjúpa varrar tínar, brúður; hunungur og mjólk eru
undir tungu tíni, og klædnaroykur av tær er sum angi av
Libanon.

12. Systir mín, brúður mín er ein stongdur urtagarður,
ein læst kelda, ein brunnur stongdur undir innsigli. 13. Plantur

20

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0323.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free