- Project Runeberg -  Lesibók /
306

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tínar eru ein dýrdargarður við granatseplum, við dýrum
fruktum, koferblómum’ við nardus. 14. Nardus og safran,
kalmus og kanel, myrrhu og aloe, og tær bestu angandi urtir.
15. Ein kelda í urtagörðunum, ein brunnur við livandi vatni
og áarstreymar frá Libanon.

16. Vakna upp, norðanvindur! og kom tú,
sunnan-vindur! blás tú ígjögnum urtagarð mín, so at angin av honum
má sveima út; — onkavinur mín komi í urtagarð sín og
eti av sínum dýru fruktum!

Á fólhafund.

So harður er streymur í Føroya firði
við lúrandi stormi og tvörum byri,
so leikar í Føroyum;
tað skiftandi stríð
herðir ungdómin og ger sinnini frí
og lívlig í Føroyum.

Her fólkið samlast á fundum fegin,
her kenningar møtast, her nørist gleðin
hjá fólki í Føroyum;
og minnini góð

berast lættliga fram, gera sinnini fró
og lívlig í Føroyum.

Firðir og fjöll ei ferðini forða,
unglingar lættir um heiðarnar spora
til funda í Føroyum,
og bátarnir við

skera rennandi streym, føra fólkalið
til funda í Føroyum.

Hvör er á fundum so hjartans fegin
— av kinnum og eygum lýsir gleðin —
sum gentan í Føroyum?

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0324.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free