- Project Runeberg -  Lesibók /
308

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Rasmus Christoffer Effersø.

Lívsgátan.

Blóman bar blöðini mjöllhvít kring sólgula eyga —
Baldurs-brá, skapt til at blíðka menniskjans huga;
systrar hon átti, prýddar í óskornum stakki, so fríðar at

skoða;

summar sær læntu bjartasta avglans av sól, sum roðandi

sökkur í kavið,

aðrar í litinum bóru sær prís fram fyri reinastu várluft og

djúpbláa havið.

Heysttíðin herjandi kemur, tá fölnar alt fagurt av foldum,
liljur og litfríðar rósur mata brátt maðkar í moldum.

Sat tá, óansað av öllum, sum flagsa frá blómu til aðra,
duld millum fölnandi blöð, fruktin, sum skapt er til leingi

at vara.

Vermandi vársól vekjur upp fræið til verðandi vöxtur at

spíra;

vísmonnum væl er tað kunnugt, teir vita jú »lóg, sum man

verðini stýra*.
Spyr teir: hvör gjördi ta lóg? hvör ræður við fornastu

rúnum?

Svara teir ei, so spyr tú barnið, sum stetlar í túnum.

Gátuna hevir tú gitna, um kærleikin vermir títt hjarta.

Gleð teg við blóming, við lívið og ljósið tað bjarta;

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0326.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free