- Project Runeberg -  Lesibók /
311

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

aldrig frið, aldrig frið tað fær,
syrgjandi leikar, sárt í barmi slær.

Nykur:

Syrgjandi hjartað sárt í barmi slær.

Ingibj ö r g:

Ja, nú er nátt í minum sjúka barmi,

ein nátt so myrk, — hvör stjörna slóknað er,

og aldrig, aldrig kemur dagur aftur.

Stór var mín gleði fyrr. Hvat eigi eg nú eftir?

Ny kur:

Hvat eigir tú nú eftir?

Ingibjorg:

Alt, alt eg havi mist.

Nykur:

Tó, minnið enn er eftir.
Lat minnið bera aftur tíð, sum burtur rann:

Eitt fagurt summarkvöld stóð gildi her;
av ungum, reystum dreingjum full var stovan,
tú sást ei meir enn ein.

Ingibj örg:

Já, tá eg sá hann fyrstu ferð.

I dansinum við honum fleyg eg burt í annan heim;
við honum gekk eg fram við ánni langa leið,
og mánin glitrandi á vatnið skein.

Hann seyng og skemtaði og hvört eitt orð,
hann talaði, eg goymi enn sum gull.

Nykur:

Burtur fór hann. Dagar gingu, vikur svunnu,
mangan mánað tíðin kreyp;
tó eingin löta leyp,
sum tú ei hugsaði um hann.

Ingibjörg:

Tað var ein tunglig tíð.

Mjörki fjaldi mína sál;

eg gekk sum burtur heilt í öðrum heimi.

Eingin grunaði mín vanda.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0329.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free