- Project Runeberg -  Lesibók /
314

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Ingibjörg:

Eldur, vatn og deyðin sjálvur kann meg ikki ræða,
um eg havi vón at koma fram til vinin mín.

Nykur:

Har, sum froða undir fossi kókar,
har mátti Tórstein geva upp anda.

I dýpi liggur hann nú kaldur.

Ormar krøkja seg og leggja seg til hvíldar á breiðu bringu.
Hjartað tað djarva og tey eygu blíðu eru nú í vatni sodnað;
bleikar varrar sukka enn:
kom! Ingibjörg, lcorn !

Ingibjörg:

Ja, vinur mín, eg komi!

Er tað kalt hjá tær, tá slökkist eldurin í mínum barmi;
er tað myrkt hjá tær, tá vil eg vera við í myrkri.

(Tórstein kemur við skund).

Tórstein:

Ingibjörg!

Ingibjörg:

Ja, eg komi (skundar sær at ánni).

Tórst ein:

Ingibjörg! hvat vilt tú hjá nykinum?

Ingi björg:

Hjá nykinum ! ? (Hon fellur í óvit. Nykur hvörvur. Tað lýsir).

Ur sjónleikinum »Best man vera sum er«.

(Inni hjá Lukasi presti í Havn. Jákup Jógvansson, bóndi í Dalsgarði í
Skálavík og sýslumaður í Sandoy. Kristina, dóttir Clæmints prests í Todnesi).

Jáku p.

Mær stendur nú fyri ein long og ein vandafull ferð, og
nær eg komi aftur, veit eg ikki, men tað vil eg biðja tygum

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0332.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free