- Project Runeberg -  Lesibók /
315

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

trúgva mær, at hvussu eydnan skipar mína framtíð, so komi
eg aftur við sama sinnalagi, sum eg fari. Hvussu mínir tankar
eru, man faðir tygara fara at siga, um honum tykir tað rætt.

Kristina.

Ikki kann eg vita, hvussu tygara tankar og sinnalag er,
og einki man eg vita, hvat tygum og pápi hava orðað
sam-an. — Tygum gera meg reiðuliga forvitna.

Jákup.

Tað er lítið vert, at eg sigi nú, hvat mær er mest í
huga. Ikki mundi tað verið so ringt hjá tygum at skyna á
tí, um vit vóru samsint bæði.

Kristina.

Hví skulu vit vera samsint? Ella hví skulu vit ikki vera
samsint? Eg havi ikki skil á, hvat tygum hugsa, og eg
kann ikki tola fólk, sum altíð bera upp gátur.

(Inni hjá Lukasi. Kristina. tílsa, dóttir Lukasar.)

Lukasa rkona

(kemur inn).

Nú hevir Kristina skjótt stigið síni seinastu gentuspor,
tað vænti eg; og góðan mann fært tú víst, um tað verður,
sum pápi tín ætlaði í áðni. Eg veit, at móður tíni eisini fer
at dáma tað væl. Tað verður gott hús at koma inn í.
Dals-garður gevur nógv av sær, og tá ið maðurin so er
sýslu-maður aftrat, so kann konan sita fjálg innandura.

Kristina.

Mamma leggur lítið í slíkt. Hon veit best sjálv, at ikki
kemur alt gott út av ríkidømi. Tað er, sum tað sigist í
vísuni, hon hevir lært meg.

Elsa.

Lat okkum hoyra ta vísuna!

Kristina.

Eg dugi so vánaliga at syngja, og tit munu eisini hava
hoyrt hana fyrr.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0333.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free