- Project Runeberg -  Lesibók /
316

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Lukasarkona.

Ikki man tað vera. Mestur man móðir tín hava yrkt
hana sjálv. Eg veit, hon hevir fingist við slíkt fyrr. Lat
okkum bara hoyra. Málið eigir tú at hava nóg gott.

Kristina

(syngur).

Mangar kvinnur, í huginum stirdar,
eiga ognir og búgva í borg;
teirra gávur í gler eru hirdar,
tí at hjartað tað tyngist av sorg;
á hvórjum degi

sakna tær glæði,
kenna ei kærleikans megi.

Meðan seyður kann kødna í fonnum,
meðan neyt leggjast avvelt í gil,
hvór ein kvinna fær eydnu av sonnum,
sum kann eiga tann sveinin, hon vil;
dagur frá degi
líður í gleði,
kærleikin hevir ta megi.

/.lO’mbU í:ixr >r n’/I": ’•

Um so búgvið alt oyðist av eldi,
og um skriðan við teigunum fer,
um so stormurin herskar við veldi,

tað ei hjúnunum skilnarsótt ger:

á hvórjum degi

eiga tey gleði,
styrkjast við kærleikans megi.

Lukasarkona.

Takk fyri sangin. Eg vil ikki annað siga, enn at
kær-leikin kann vera góður, men breyð er tó eisini neyðugt, og

tann genta má væl prísa lukkuni, ið fær slíkan mann sum

Jákup; tí hanti er bæði góður og vitugur og so prúður sum
nakar. Gentur seta sær stundum býttligar tankar í hovdið
og duga ikki á at skyna, at ofta býr fals undir fríðum skinni;

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0334.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free