- Project Runeberg -  Lesibók /
317

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tí er tað gott at hava foreldur, sum duga at ráða í tí, sum
meir er enn barnaverk at ganga inn til.

K ristina.

Eg sigi fyri meg, at eg haldi tað mátti verið beinari,
um gentan, sum mannin skal hava, sleppur at velja sær
hann sjálv. Tað batar lítið, um faðir og móðir velja ein
mann eftir teirra tykki, og hann ikki kann hóska aftur at
dótturini, sum tó noyðist at liva saman við honum alla
ævi sína.

Lukasarkona.

Ja, ja, tað er enn, sum ofta hevir verið fyrr, at eggið
vil læra hønuna. Eg síggi, tað batar ikki at siga nakað
við teg. (Hon fer).

(Árið eftir. Stova i Dalsgarði. Náttina eftir brúdleypið hjá Jákupi
Jógvans-syni. Eitt borð stendur inni við silvurhorni og nógvum dýrgripum á).

Jákup. Kristina.

Jákup

(vísir at borðinum).

Hasum öllum vil eg, at tú skalt ráða við sum tær best
tykir, antin tú vilt goyma ella lata av tí, skal eg vera
óspurdur. Og her hevir tú lyklar til aliar goymslur, bæði
úti og inni. Ráð tú eisini við tí sum best. Koma
vesæl-ingar til garðs, so spar ikki at lata, men sig mær frá, áðrenn
uppi er.

K rist i n a.

Lítið er mær um dýrgripir og minni um lyklar. Betri
var tað, um maðurin, sum settur er til at herska, hevði í
hondum alt sum er. Hvat skulu vit ómyndigu kvinnur ráða
yvir nökrum, sum ikki sleppa at ráða yvir okkara egna
tykki ella hjartalagi. (Horvir burtur frá honum).

Jákup.

Havi eg gjört illa í tí, at eg tók teg til ektar, so
fyri-gev mær! Eg sá fullvæl, at tú vart kaldari, enn vívið eigir
at vera; men móðir tín og presturin, bróðir tín, góvu mær
so góðar vónir um, at tað mundi fara al javna seg við

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0335.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free