- Project Runeberg -  Lesibók /
318

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tíðini. Sjálvur havi eg kent tað soleiðis á mær, sum tann
tíðin ikki skuldi verið langt burtur, tá ið vit koma á samt,
sum hjúnum sømir. Kann vera, at tað er tí, at maður
lætt-ari fæst til at trúgva tí, ið hugurin stundar eftir.

K r i s t i n a.

Ikki vænti eg, at tað verður öðrvísi okkara ímillum.
Tað er ofta fyrihildið mær av frændum mínum, hvussu eg
eri órímilig, ikki at takka til at fáa tað betur enn nökur
onnur kvinna í landinum; men tað er tó so, at eingin ræður
fyri sínum tykki. Ikki eri eg so sinnað, at góðs og garðar
eru mær alt, og ikki vænti eg at fáa meiri virðing fyri slíkum
enn eg havi haft.

J ákup.

Ikki vil eg hava teg at festa títt hjarta við góðs og
garðar; men tað vænti eg, at tú ikki av öllum gloymir burt,
hvat tú játtaði fyri altarinum ídag. Kunna vit ikki verða
reiðuliga samsint, so lat okkum tó ikki illsemjast, men liva
Sum vinfólk fyri fyrst. (Hann fevnir hana og bjóðar til at kyssa hana.)

Kristina

(snarar hðvdið undan, so at hann kyssir hana á kinnin).

Skulu vit ikki koma til at illsemjast, so er tað best, at
hvört fer sín vegin.

Jákup.

Eg veit.fhvat veg eg eigi at ganga. (Fer.)

Kristina

(fer tít at vindeyganum — setur hond upp undir kinn — sukkar; kvöður so):

Faðir og móðir meg burt góvu
— og mínir frændur fleir —;
tá kom sorgin í mítt bróst
og eingin gleði meir.

Lítil er hugur her undir oki tunga at kúgast.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0336.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free