- Project Runeberg -  Lesibók /
319

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

(í Dalsgarði. Tólv ár seinni. Kristina. Inga, dóttir Onnu á Kák

í Havn).

Inga

(kemur inn).

Góðan dag! Eg veit ikki, um eg eri kend?

Kristina.

Hatta man vera Inga, mamma Mortans. Jákup segði,
at hann hevði sent boð at biðja teg koma suður at ferðast
og finna sonin.

Inga.

Jú, so er. Eg hitti Mortan úti í bønum. Hann er
vorðið sum evnaligur at vera á trettanda ári. Nakað hevir
mær longst eftir honum, men hin gamla hevir ikki viljað sæð
hann fyri sínum eygum, og sjálv havi eg ikki haft áræði til
at koma suður um fjörðin, tí eg ræðist so av lagi illa á
báti. — Eg kann ikki fulltakka tykkum, sum hava fostrað
hann so væl upp og verið so góð við hann.

Kristina.

Tað man vera her, sum tað gamla orðtakið sigir: »Eing-

in stingur so annans manns barn í barm, at ikki føturnir

standa út.« Jákup hevir alla tíðina verið góður við hann,
sum hann er við öll, bæði innanhýsis og uttanhýsis; men eg
var ikki góð við ’hann ta fyrstu tíðina, um hann ikki nú kann
gremja seg illa av fótakulda. Tað var nógv fólkasnakk um,
at lögmannskona tók til sín teg við soninum, og — Gud
fyrigevi mær mína synd — eg trúði, hvat ið sagt varð: at
Mortan mundi vera av hennara egna kjöti og blóði, og mín
illgruni bleiv ikki betri av tí, at Jákup vildi hava hann

hegar. Tá ið hann vax upp, fekk eg skilliga at síggja, hvörj-

um hann líktist; og tá vendi mítt sinni um, so eg kendi
meg sjálva, hvussu ónærislig eg havi verið ímóti Jákupi,
sum tó alla tíðina hevir borið meg uppi á hondum og verið
so góður við meg, at eingin kundi verið betri, um tað so
var við ta bestu kvinnu í verðini. Eg síggi, hvussu Jákup
hevir verið forharmaður av mínum atburði, tó at hann hevir
roynt ikki at latið tað sæst, men eg skammist at siga, hvat

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0337.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free