- Project Runeberg -  Lesibók /
320

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

eg havi hugsað fyrr og hvat eg hugsi nú, og so stúri eg
fyri, at hann ikki nú kann vera so góður við meg. sum í

tólv ár havi verið honum til sorg og harm; — at hann enn

er blíður við meg, er helst tí, at hann ikki kann vera
öðr-vísi við nakað menniskja.

Inga.

Nei, hugsa ikki tað, at Jákup er minni góður við teg
nú, enn hann hevir verið fyrr. Eg veit, hvussu trúfastur hann
hevir verið við móður mína, sum var dadda hansara.

Kris tina.

Hatta er hvört sítt; móðir tín er góð við hann, hví skal
hann tá ikki vera góður við hana? Men hygg nú við
hon-um og mær: »Ilt er at leggja ást við tann, ið onga leggur
ímóti.« Tað sigst at vera ringari enn nökur onnur plága
ella sótt í verðini. Hvussu skal ein kunna vera góður við

tann, ið hevir valdað honum slíka plágu í tólv líðulong ár?

Inga.

Ikki dugi eg at siga, hvussu tað ber til, men tað kenni
eg við mær sjálvum, at soleiðis kann tað vera og soleiðis
er tað ivaleyst við honum; tí er tað best fyri hann at fáa
alt at vita sum skjótast, og um tú ikki sjálv vilt tala við
hann um hetta, átti eg at sagt honum alt, tó at eingin eigir
at leggja seg út í, hvat ið hjúnum er ímillum.

Kristina.

Nei, nei! tá má eg heldur siga honum tað sjálv! (Reisist.)
Nú má eg skammast, at eg havi sitið slíka tíð og hvörki
boðið gestinum vátt ella turt.

Inga.

Eg havi verið so ring av sjóverki, at eg fái einki notið.
Tað var so tungur sjógvur um fjörðin og so nógv brim, at
tað var nóg ringt at lenda við farmabáti. Teir sögdu, at
hann visti illveður í.

Kristi na.

Víndurin hevir vaxið so knappliga, nú er tað sannur
stormur og brimið stendur longu upp í grasið. Eg stúri fyri
Jákupi, sum fór til havs í morgun.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0338.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free