- Project Runeberg -  Lesibók /
321

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Inga.

Hav gott mót! Hann man skjótt fara at vera her; tað
er jú undangonga inn úr havinum, og bátar sóust at sigla,
tá ið eg fór niðan úr mólini.

Kristina.

Harrin forbjóði tað, at hann skuldi umkomist áðrenn eg
havi biðið hann fyrigeva mær mín atburð ímóti honum.

Inga

(hevir hugt dt).

Eg fari út eina lötu. Mortan kemur niðan ígjögnum
túnið.

Kristina.

Nei! far ikki frá mær! — Jú — hvat sigi eg? — far
tú. — Eg havi tað væl forskylt! (Heldur hendurnar fyri eyguni).

Inga

(møtir Jákupi í durunum, veittrar til hansara, smílist og fer).

Kristina. Jákup.

Jak up

(kemur inn — hyggur tigandi at henni).

Kristin a

(hyggur upp — fer yvir til Jákups og fevnir hann).

Tað var væl, at tú komst! Tað er óforskyit, at eg
havi fingið teg aftur, sum eg havi verið ónd við teg óll
hesi árini.

Jákup.

Sig ikki tað, at tú hevir verið ónd. Um tað ikki hevir
verið so væl, sum eg hevði ynskt tað, so má eg geva mær
sjálvum skyldina. Eg kundi ikki annað vænta.

Kristina.

Jú, tú kundi væl vænta tað betri; men eg havi verið
sum eitt tróll, ja verri enn eitt tróll, so eg fái meg illa til
at trúgva, at tú kanst vera so hjartaliga góður við meg,
sum eg eri tað við teg.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0339.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free