- Project Runeberg -  Lesibók /
323

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Lítið troystar meg silvur og gull,

krystallir og perlan hin bjarta;

um borgin öll er av dýrgripum full,

tað kann ikki svala mítt hjarta —

tað brúsandi bál, sum havsdýpið ikki kann køva.

>

Og um eg má vera altíð ung

og framsýnt og fremst í viti,

eydnan er mær ei minni tung,

so sorgarbundin eg siti:

ei vón og vit, ei vakurleikin meg troystar.

(Úr sjónleikinum Magnus).

Hjalmar Hammershaimb.

Skipan fyri partafelagið Føroya Banki.

Fyrsta grein.

Mið og setur bankans.

§ h

Bankin er nevndur partafelagið »Føroya banki«.

§ 2.

Bankans mið er at fremja vinnuvegir Føroyinga.

§ 3.

Setur og ting bankans og bankastovan eru í Havn.
Út-bankar kunna setast í öðrum bygdum í Føroyum.

Onnur grein.

Grundpeningur bankans.

§ 4.

Grundpeningur bankans er 300,000 krónur, sum rindast
í hond til tær tíðir, sum bankanevndin fastsetur.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0341.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free