- Project Runeberg -  Lesibók /
324

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Aðalfundurin kann við so stórum fleirtali, sum nevnt er
í § 28, fastseta, at grundpeningurin skal hækkast.
Partabrövini ljóða upp á 200 krónur hvört.

§ 5.

Við partabrövunum fylgja vinningslepar og eitt
lepa-prógv, sum nýggir vinningslepar kunna fáast fyri, tá ið hinir
eru uppi.

Er ein vinningslepi ikki kravdur innloystur hjá
bankan-um í seinasta lagi 5 ár eftir, at hann kundi krevjast
inn-loystur, missir hann sítt virði, og teir peningar, sum kundu
fáast fyri hann, falla til tiltakskassa bankans.

§ 6.

Partabræv ljóðar upp á hann, sum tað hevir í hendi,
men kann í bókum bankans skrivast inn á navn.

Skrivar maður partabræv frá sær, sum er ført inn á
navn, bindur tað ikki bankan, uttan at ognarskiftið verður
skrivað inn í bøkur bankans.

Triðja grein.

Starv bankans.

§ 7.

Starv bankans er at røkja fylgjandi fyritökur:

1) at taka móti peningum, sum verða settir inn annaðhvört
sum bráðfengisinnskot ella í leypandi rokning ella sum
innlán upp á bók ella fyri lánsprógvi;

2) at læna móti, at góð virðisbröv verða sett í veður, upp
til tríggjar fjórðungar av virði teirra. Vanliga verður
ikki lænt uttan móti skuldbrævi, sum er givið út av ríki
ella av sóknarsamlagi ella av almennum lænukassa, og
sum verð verður sett á í keypskála, ella móti
banka-partabrævi, sum verð verður sett á upp á sama hátt,
ella móti skuldbrævi, hvarí föst ogn er sett í veður;

3) at geva bráðfengislán fyri handilsvaru;

4) at keypa og selja vexlar, mynt, skuldbröv ogpartabröv;

5) at bjóða fram samanskotslán og at fáa peningar til
fyri-tökur viðvíkjandi vinnuvegirnar;

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0342.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free