- Project Runeberg -  Lesibók /
326

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

minst tveir limir halda tað vera neyðugt, um möguligt so
langt framman undan, at teir limir, sum ikki búgva har, ið
fundurin skal haldast, fáa nóg langa tíð til at koma á fund.
Tá ið limir verða tilsagdir, skal dagsskipan fyri fundin
kunn-gerast hvörjum limi. Einki kann avgerast, uttan at minst
tríggir limir stemma. Kunna limir ikki sjálvir koma á fund,
kunna teir lata ein annan lim stemma fyri seg ella senda
bræv um, hvussu teir vilja stemma. Tá ið ikki annað er
ásett í hesari skipan, verður alt avgjört so, sum flestir vilja.
Eru líka nógvir í báðum pörtum, vinnur tann partur, ið
for-maðurin heldur við. Sakir, sum ikki standa á dagsskipanini,
kunna ikki endiliga avgerast, uttan at allir limir í ráðinutn
eru á fundi. Hevir formaðurin forfall’, kann hann lata ein
annan av limunum vera bráðfengisformann.

Tá ið ein fyristöðumaður er har, sum bankaráðið heldur
fund, skal tað vanliga loyvast honum at koma á fundin og
samrøða um tað, sum teir hava upp á mál, men tó ikki í
sökum, sum eru frammi um hann sjálvan. — Hann hevir
onga stemmu.

Annars fastsetur bankaráðið sjálvt sína fundarskipan.

§ 13.

Bankaráðið stendur undir aðalfundinum, soleiðis sum í
skipanini er fastsett, men hevir annars hægsta ræði fyri
bankanum og viðurskiftum hans. — Tað fastsetur
megin-reglurnar fyri, hvussu fyristöðunevndin eigir at røkja tey
viðurskiftir, ið dagliga falla fyri. — Umframt hesi viðurskiftir
stendur bankaráðið í öllum lutum sum álitismaður bankans
so væl yvir fyri tí almenna og triðjamanni sum yvir fyri
partamonnunum.

§ 14.

Bankaráðið kann, tá ið minst tríggir limir stemma fyri
tí, yvirdraga einstökum av bankaráðslimunum at røkja
sum-mar av teimum sökum, sum eru lagdar undir tað, og at
hyggja eftir tí, ið gjört verður í bankastovuni, annaðhvört á
fastsettum tíðum ella óvart.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0344.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free