- Project Runeberg -  Lesibók /
328

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

§ 20.

Partamenninir velja tveir roknskapsgrannskoðarar.

C. Aðalfundurin.

§ 21.

Tann vanligi aðalfundur verður hildin 15da juni á
hvör-jum ári.

Einsærir aðalfundir haldast, tá ið annaðhvört tann
van-ligi aðalfundur ella bankaráðið krevur tað, ella tá ið
skrift-ligt krav harum kemur inn frá partamonnum, sum tilsaman
ráða fyri partabrovum fyri minst 50,000 kr.

Aðalfundirnir haldast annaðhvört í Keypmannahavn ella
í Havn, soleiðis sum bankaráðið viðtekur.

§ 22.

Aðalfundirnir kunngerast av bankaráðinum við
almenn-ari lýsing minst 6 vikur framman undan roknað frá fyrsta
lýsingardegi. Dagsskipan eigir at kunngerast í lýsingini.

§ 23.

Aðalfundirnir stýrast av einum fundarstýrara, sum
banka-ráðið ber upp á mál og fundurin velur. Hann avger öll
spursmál um beina stýring av fundinum.

§ 24.

Hvör partamaður hevir eina stemmu fyri hvörjar 200
krónur, sum hann hevir partabróv fyri, og hevir rætt til
at møta og stemma á fundinum, tá ið hann í tað seinasta 3
vikur framman undan hevir sýnt fram prógvið fyri hendan
rættin. Hann fær so inngonguseðil, hvar á er sett talið av
stemmum, hann eigir. Rættur til uttan serskilda fullmakt at
møta fyri einum partamanni á aðalfundinum má verða
prógv-aður har, sum inngonguseðil verður kravdur, og at hetta er
prógvað, eigir at verða skrivað á seðilin. Hvór partamaður
hevir rætt til at lata ein annan partamann møta fyri seg á

fundinum, tá ið hann gevur honum rætta fullmakt.

§ 25.

Á vanligum aðalfundi eigir at takast fyri:

l) framlegging av frásógn frá bankaráðinum um starv

bankans,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0346.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free