- Project Runeberg -  Lesibók /
329

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

2) framlegging av grannskoðaðum roknskapi og
uppskotin-um um, hvussu avlopið av árinum eigir at nýtast,

3) uppskot um góðkenning av tí avlagda roknskapinum,

4) val av bankaráðslimum (§ 10),

5) val av grannskoðarum (§ 20),

6) avgerð av hinum sökum, sum eru settar upp á
dags-skipan,

7) onnur spursmál, sum bankaráðið ella partamenn hava
sett fram til umrøðu.

§ 26.

Uppskot frá partamonnum skal bankaráðið taka upp á
dagsskipan fyri fundin, tá ið tey verða sett skriftliga fram
áður enn lsta mars av partamonnum, sum standa fyri ikki
minni enn 25,000 kr. í pörtum.

§ 27.

Einki kann avgerast á aðalfundi, uttan at tað hevir
verið lýst á teirri kunngjördu dagsskipan ella er
broytingar-uppskot til slíkt.

§ 28.

Uppskot til broytingar av hesari skipan skal særliga
framhaldast í lýsingunum til aðalfundin. Tað kann ikki
við-takast, uttan at so mangir møta á aðalfundinum, at teir ráða
fyri minst helftini av grundpeninginum, og at minst tveir
triðjungar av teimum avgivnu stemmum halda við
uppskot-inum. Eru ikki so mangir á fundi, at teir ráða fyri so
nógvum, sum áður er sagt, skal bankaráðið, tá ið tað hevir
framsett uppskotið ella samtykt tí, lýsa til annan
aðal-fund 6 vikur framman undan, og á hesum fundi kann tá
uppskotið endiliga viðtakast við tveimum triðjungum av
teimum stemmum, ið verða avgivnar, og nýtist tá ikki at
ansast eftir, hvussu nógv av grundpeninginum teir ráða fyri,
sum møta.

Allar aðrar viðtökur avgerast eina við flestum
stemm-um, tá ið ikki annað er fastsett í hesari skipan.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0347.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free