- Project Runeberg -  Lesibók /
330

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

§ 29.

Umrøður og viðtökur á aðalfundi skrivast inn í bók, sum
bankaráðsformaðurin og fundarstýrarin undirskriva.

Fimta grein.

Roknskapsuppgerð, avlopsskifti og tiltakskassi.

§ 30.

Virkisár bankans gongur frá lsta januar til 31ta december.

Grannskoðararnir, valdir eftir § 20, eiga at gjögnumganga
roknskapin og samanbera hann við bøkur og peninganøgd
bankans. Bankaráðið fastsetur løn teirra.

§ 31.

Tá ið ársroknskapur bankans verður uppgjördur, førast
til útgávu allar tær sonnu útgávur, sum í árinum hava verið
gjördar til at dríva bankan. Bankaráðið kann viðtaka, at
ein útgáva, ið er gjörd í árinum, er so háttað, at hon eigir
at býtast til fleiri ár. So førist eisini til útgávu hvört tap,
ið bankin hevir haft í árinum. og tær avskarvingar, ið
nýt-ast, á virðisbrövum og aðrari ogn. Tó kann tap, sum
bankn-ráðið ikki heldur eigir at falla niður á uppgerðina fyri tað
árið, skarvast av á tiltakskassanum. Til inntöku verður førd
hvör inntöka, ið av sonnum er havd í árinum, og framgongá
við verðbroyting av virðisbrövum. Virðisbröv, sum verð verður
sett á í keypskála í Keypmannahavn ella í öðrum staði, eiga
í roknskapinum at setast til tað keypsverð, sum var sett á
tey, tá ið roknskapsárið gekk út.

§ 32.

Av ársavlopi bankans verða fyrst 10°/o lögd til
tiltaks-kassan, inntil hann er vaxin til 25°/o av tí innskotna
grund-peningi. Harnæst fáa partamenninir 4°/o av tí innskotna
grundpeningi. Av tí avlopi, sum tá er eftir, verða 5°/o givin
í vinningspart til bankaráðið og 12°/o til fyristöðumenninar
og hinar embætismenninar bankans eftir einari skipan, sum
er gjörd av bankaráðinum. Av teimum 83°/o, sum eru eftir,
eiga minst 18 at leggjast til tiltakskassan, so leingi hann ikki

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0348.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free