- Project Runeberg -  Lesibók /
332

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Joen Poulsen.*)

Sigmundur Brestisson.

Gott og væl 900 ár her firi búði í Føroyum ein
navn-framur maður, sum æt Sigmundur. Um hann talast í
»Før-oyingasøgu« og kvæðum. Hann var sonur Brestis í
Skúgv-oy. Bróðir Brestis æt Beinir og átti ein son, ið er nevndur
Tórir og var tvey ár eldri enn Sigmundur.

Vær finnum Sigmund first 9 ára gamlan á einum kletti

á Dímun, har sum faðirin og farbróðirin vóru vignir. Hin

11 ára gamli Tórir græt, sum heldur ikki var løgið; men
Sigmundur segði: »Grátum ikki frændi, men leggjum tí

longur í minni.« Hetta eru tey firstu orð, ið søgan hevir
goymt osum av hansara munni, og tey eru væl háttaði til
at seta sum ivirskrift ivir Sigmundar ævisøgu, tí tey vísa
m a n n i n í badnaaldri, og um søgan endaði her, vildi eingin
verið í iva um, at hetta »badn« ikki kundi vaksa upp til
annað enn ein mann, sum ikki óttaðist vanda, ikki kreyp
aftur undir, tá ið um galt. Søgan vísir til fudlnar, at hann
ikki óttaðist.

So mátti hann í trælabúna kjá Tróndi; men búnin hekk
uttaná, innan undir livdi, um enn kúgaður, fríborin drongur.
— Við Ravni, sum ikki vildi keypa fríbornar dreingir sum

trælar, men heldur læt seg »keypa« til at flita teir úr Før-

oyum, komu frændurnir eystur til Noregis (Víkina), kvar
Ravnur gav teimum teir peningar, sum hann hevði fingið firi
at flita teir burtur. Tá ið teir høvdu dvølt tvey ár í
Vík-ini, løgdu teir, móti vetri, leiðina vestur um háfjødlini, á
fund Hákun jadls, sum tá ráddi í Noregi. Hetta var ein

*) Joen Poulsen nýtir vanliga, eins og dr. phil. Jakob Jakobsen, ta
stavseting, ið menn nevna «broyting».

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0350.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free