- Project Runeberg -  Lesibók /
333

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

óskoytisferð, sum tó vísir stórt dirvi. Teir viltust og lógu
úti fleiri samdøgur í kava og kulda, matleysir; ei undur í
at Tórir legðist firi. Nú vísti Sigmundur bæði sítt eðilsinni
og so, kvat álvur, ið í honum var. Tórir bað hann royna
at leita sær til húsa, um hann kundi, og lata seg liggja eftir
á fjadlinum; men Sigmundur segði, at annaðkvørt skuldi
verða, at teir skuldu báðir koma fram edla kvørgin teirra.
So tók Sigmundur Tórir upp á bakið og bar hann í
kavan-um til tess, at teir funnu eitt einbíli. — Her, kjá Torkili
turrafrost, dvøldust teir í 6 ár og løgdu seg eftir at læra
listir, fimleika, vápnabrúk og sund (svimjing), og vísti
Sig-mundur seg her sum ein avrekskappi, tá ið hann drap eina
bjødn, sum Torkil ikki hevði hættað sær í holt við.

Síðani løgdu teir ferð sína vestur av fjødlum og funnu
Hákun jadl og leitaðu sær um stirk. Hann fingu teir, so
Sigmundur kundi koma sær í víking og royna, kvat hann dugdi.
Nú hóvum vær lindi til at kadla víkingar »sjórøvarar«, men so
var ikki skoðanin í teirri tíðim. At berjast á einum
víkinga-flota, sum var førdur edla útgjørdur av einum høvdingi, var
tá líka heiðurligt verk, sum nú at berjast undir landa-merki
til at verja fosturland. Skipini (3) kjá Sigmundi vóru tó
’ ikki stór og fólkið heldur vánaligt. Hann læt keypmenn
fara í friði og vildi ikki berjast uttan við sínar javnlíkar
(vík-ingar), og kom tó aftur við æru og góðum fongi. Nú hevði
Sigmundur víst, kvat hann dugdi, og væl gjørdi hann við
menn sínar, tí vóru adlir fúsir til at filgja honum. Triðja
árið, Sigmundur var í hernaði, møtti honum ein hin
reyst-asti kappi í Norðurlondum, Haraldur Jadnheysur. Her
møttust tveir javnlíkar í vápnalistum og sættust (forlíktust)
teir so, og Sigmundur vann Haraldi grið og landavist kjá
Hákun jadli; tí Haraldur var firi idlgerð gjørdur útlagin av
jadlinum. Hetta kann vera nóg mikið at vísa, at Sigmundur
var vápnafimur og ídróttamaður.

Sigmundur var góður og trúgvur við vinir sínar. Tað
vísti hann, tá ið hann bar Tórir á fjadlinum, tað vísti liann,
tá ið hann í vreiði snúði sær frá Hákun jadli, áðrenn hann
vildi játta Haraldi jadnheysi landafrið, og ikki minst vísti

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0351.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free