- Project Runeberg -  Lesibók /
334

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hann tað, tá ið hann á Suðroyarfirði svam first við Einari
og síðani við Tóriri á baki til tess, at hann sjálvur kom
so útlúgvaður á land, at hann ikki var mentur at koma sær
niðan úr fjøruni, men mátti liggja í taranum til Tórgrímur
óndi fann hann og drap hann. Tað er vadla ovmikið sagt,
at Sigmundur her setti lívið til firi vinir sínar.

Var Sigmundur nú óndur og grummur við fíandar sínar?
Um so var, vildi ein ikki kunna sagt annað, enn at hann var
badn av sínari tíð; men ikki hoyrist mikið um, at hann var
grummur. Hann kom aftur til Føroyar at hevna faðir sín,
sum ein og kvör ærukærur maður í teirri tíðini var noyddur
til at gera. So møtir hann first Svínoyar-Bjadna, sum var í
teirra flokki, ið drupu Brestir og Beinir; men tá ið Bjadni
minnir hann á, at hann (Bjadni) tó ráddi frá at drepa
smá-dreingirnar líkasum fedrar teirra, og síðani bíður Sigmundi
sjálvdømi, sættust (forlíktust) teir straks, og hildu teir síðani
væl sína sætt. Og so atburðurin við Trónd! Har kann
eitt og annað vera at finnast at Sigmundi, men ikki tað, at
hann var ovgrummur, heldur hitt, at hann var ovmildur.
Um hann hevði tikið lívið av Tróndi straks, hann kom aftur
til Føroyar, var tað ikki meira enn Tróndur hevði uppiborið.
Ein kann nú siga, at Tróndur var sera beinasamur, at hann
beyð Sigmundi sjálvdømi, og at einum tílíkum boði átti
Sig-mundur at tikið við. Ja, í Svínoy tók hann við tílíkum boð,
tí tað var ein »maður«, sum beyð; á Dímun vildi Sigmundur
sjálvur hava sjálvræði ivir Øssuri, tí har var tað eisini ein
»maður«, hann skifti orð (og síðani høgg) við; men um
Sig-mundur ikki í viti var Tróndar javnlíki, so kendi hann so
mikið til hansara, at hann ikki tordi at líta á hansara orð;
tí mátti ein, sum var hægri og stóð uttanfiri, døma teirra
midlun. — Hevði Sigmundur funnið Trónd á einum virki
við svørði og skildri, mundi hann ivaleyst skilt honum høvur
frá búki; men tað var eingin sómi firi kappan á tingi at
drepa mann og tað enntá ein, ið ikki síndist vápnaførur;
men sum ein gomul kona bað firi lívinum. — Munum vær
ikki her hava svar til gátuna, kví Sigmundur lætTrónd ganga
livandi, tó hann so ofta vísti sín fíindskap? Hann reyst-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0352.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free