- Project Runeberg -  Lesibók /
335

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

kappin hirdi ikki at bera vápn á ein ræðuskít; men
stutt-leikaði sær við hann, tók bátin á Dímun, sjókastaði hann í
Høddasundi. Manndómsmaðurin kundi ikki gera annað enn
manndómsverk; hann, sum sjálvur nevndi seg við rættum
navni, kvar hann møtti manni, virdi ikki avund og svik. —
At tað var til hansara egna skaða er víst.

Sigmundur var uppalin í heidni; men sum mangir aðrir
góðir menn var hann so klárskigdur, at hann sá, at
skurð-gudar einki kundu hjálpa; trúði hann tí á egna mátt og
megi, til tess at hann fekk at hoyra »gleðisboðið« firi ødl
fólk, tá læt hann seg skíra (doypa) og tók við kristnari trúgv.
Ein kann nú siga, at Sigmundur var lættur til at skifta trúgv,
og at hann ikki virdi gudarnar meira, enn at hann hevði
sama gud, sum kvør tann høvdingur, hann gav seg undir;
tí undir Hákun jadli trúði hann á fodnar gudar, undir Ólavi
kongi á Kristus. Men, sum áður er sagt, Sigmundur ofraði
ikki til skurðgudar; hann filgdi væl eina ferð Hákun jadli
til eitt gudahús; men ringin, hann fekk har, skoðaði hann
ikki firi annað enn eina gávu frá jadlinum, annars mundi
hann straks kasta hann burtur, tá ið hann hevði tikið við
kristnari trúgv. Nú noktaði hann sínum níggja vini, Ólavi
kongi, hendan ring, sum hann hevði fingið frá sínum fodna
vini, jadlinum.

Tá ið Sigmundur so hevði tikið við kristnari trúgv, kom
hann aftur til Føroyar at kristna Føroyingar. Nú kann væl
mangt sigast ímóti tí máta, hann brúkti til at bera boðini
fram við. Hann var ikki líkur tí máta, ápostlarnir
brúk-aðu, edla honum, sum kristniboðarar brúka nú á døgum; men
hann var líkur tí máta, sum mangir góðir menn brúkaðu í
teirri tíðini; og nær legði hann sær við boðunum. — Tá ið
hann á nátt gjørdi seg inn á Trónd í Gøtu og kúgaði
hann, so kann væl eitt sindur av gomlum idlvilja hava verið
uppi í; men ivaleyst hevir tað mest verið av tí, at hann
hevir viliað virka nakað firi Harran, og firi at útinna tað
gav hann seg til at bróta eitt orð, tað hann sum maður
vadla vildi gjørt. So leingi Tróndur ikki var kúgaður,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0353.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free