- Project Runeberg -  Lesibók /
336

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

kundu gleðisboðini ongan veg koma; nú bórust tey brátt
um adlar Føroyar og eru ikki tagnaði síðani.

Sigmundur var ein raskur, hugprúður og vinakærur maðui,
sum Føroyingar við æru kunna kadla landsmann.

Tabernaldið.*)

Meðan Móses var uppi á fjadlinum, lærdi Gud hann at
gera eitt tjald til at ofra í. Hetta tjaldið, Tabernaklið,
var soleiðis gjørt: Tjúgu 10-alins borð, hálvaaðru alin breið,
vóru sett upp við kvørja síðuna; borðini stóðu á silvurfótum
og vóru samanbundin við tvørtrøum, stungnum ígjøgnum
silvur-húnar í borðunum. So var eisini við vestara enda.
Bæði borðini og tvørtrøini vóru drigin í gudli. Uttan- og
omanivir var tjaldað við fínum gudlrendum dúkum, sum
eisini hingu niður firi eystara enda. Ein tvørdúkur,
for-hangið, bítti tjaldið í tvey rúm. Itra rúmið var kadlað:
hitt halga, og innara rúmið: hitt allarhalgasta. Við
eystara enda av Tabernaklinum var ein grind reist uttanum
eitt fírkantað pláss, sum tey kadlaðu forgarðin. í
for-garðinum stóð eitt altar til at ofra brennioffur á, og eitt
stórt kopar-ílát, sum prestarnir skuldu vaska sær í, aðrenn
teir ofraðu. Inni í hinum halga stóð eitt lítið silvurklætt
altar til at ofra roykilsi á, eitt lítið borð og ein ljósastaki
við sjey ørmum; stakin var av gudli, og í honum brendu,
nátt og dag, sjey lampur, tí eingin var gluggin á tjaldinum.
Inni í hinum allarhalgasta var mirkt; har stóð ein stór
gudl-klædd kista, paktararkin; lokið á henni kadlaðu tey
náði-stólin, og hará stóðu tvey einglabílætir av gudli. í arkini
var goymt: tvær talvur, sum Gud hevði skrivað hini tíggju
boðorðini uppá, ein krukka við Manna og seinri stavur Árons.

*) Hetta og eftirfylgjandi stykki eru tikin úr Joen Poulsens bíbilsøgu.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0354.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free