- Project Runeberg -  Lesibók /
342

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Skulu vit nú aftur undir lúta
sum áður fyri fúta!
og taka mót treytum, teir á okkum leggja!
er slíkt fyri seggir?

Hoyr, latið okkum tó mót útlendskum ganga,
tað sláa undir vanga;
útnorðingur skal tað av landinum føra
— sum sápublöðra.

Latið tað kennast á okkara talu
sum sól eftir ælið,
at burtur er slitin tann rótfreki arvi,
lat tað vera starvið.

At fremja ta sak latum os ailar royna,
bæði moyggjar og sveinar,
í kirkju, á ting seta málið við gleði,
til tess leggið megi.

Teir edilingar av Noregi tróðu,
tá ið Haraldur ráddi,
og vildu ei lúta undir hansara hondum,
men stýrdu frá londum.

Á Føroyalandi teir fótinum festu,
teir garparnir reystu,
so fríir sum villini fuglar við gaman
livdu teir saman.

Enn kann tað teljast á okkara ennum,
hvaðan rótin rennur,
frá hjartanum sama blóð streymar við stinni,*)
sum í Noreg á sinni.

*) t. e.: stinnleik.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0360.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free