- Project Runeberg -  Lesibók /
344

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Móðurmálið.

Eg veit ein kvist, sum blómar enn

— er sprottin av góðum runni —
tó eyrvikukynt og gaddajorð
hann leingi hevir undir sær funnið.
Enn livir tann kvistur,

sum her rann av norrønum runni.

Staðið hevir hann í túsund ár

her vesturi á Føroya steini;

untu honum allir smáfuglar,

men gorpar vóru honum at meini.

Enn livir tann kvistur,

sum her rann av norrønum runni.

Tóku teir av honum grasagarðin,

skuggaðu fyri sól,

so tveittu teir hann á oyðimórk,

har hann hevði einki skjól-

Enn livir tann kvistur,

sum her rann av norrønum runni.

Har sleit hann vetrar hundrað trý

— nú skríður hann oman av fjóllum;
førkið tykkum, gorpar, eitt lítið dik,
sum gæta á grasagarðs vollum.

Enn livir tann kvistur,

sum her rann av norrønum runni.

Styðjið nú allir smáfuglar,
tit styðjið nú kvistin so,
at hann sleppur aftur í grasagarð,
har hann eigir fyrsta boð.

Tá nørist tann kvistur,

her útrann av norrønum runni.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0362.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free