- Project Runeberg -  Lesibók /
345

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Til V. U. Hammershaimb.

Vensil legði at Føroya landi
morgun ein so blíðan,
nú vil hann aftur í havið halda,
sigla tann streymin stríða.

Nú siglir Vensil
yvir Atlantshav,
goymdur ’skal verða skatturin,
hann Føroyingum gav,
nú siglir Vensil.

Vardur skal verða skatturin,
Føroyingar skulu hann røkja,
vápnaðir standa vit allir einir,
hvör sum borg vil søkja.

Sigl í friði, gamli maður.
hövdingi vár,
verkið títt vit minnast á,
alt meðan landið stár.

Borin vart tú Føroyum á,
fostraður her á landi,
eingin knýtti heitari
við okkum ástarbandið.

Brandin tú úr fjalli søkti,
okkum gav til handa,
prýddi hann við hug og dugnað,
tí er hann gitin um landið.

Takkaður veri tú, maður gamli,
fyri hvat tú vann,
vit hava gingið aftaná,
tí tú vart hann, ið fann.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0363.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free