- Project Runeberg -  Lesibók /
347

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Svevur sína æviskeið,
ansar ongan streym;
gævi Guð, tað vaknar ei
við ein kaldan dreym.

Svevur út og inn um dyr,
droymir sjaldan beint;
gaévi Guð, tað vaknar, fyrr
enn tað er ov seint.

Úti oy heima.

Lögd eru tún á götum slöttum
av hellusvað og kampaknöttum,
stórar borgir standa,
settar við tigli og tinnugróti,
himni rísa hátt ímóti,
gluggar t gullljóma branda.

Dregur á ský og dimmir á nátt,
vitar veittra á stongum hátt,
bjart leikar ljós um strætir;
snarljós-mátturin veitir magnið,
drívur rensl á lunnavagni —
skreiða teir dagar og nætur.

Mikil á breytum er mannagongd,
múgvan tyrpist títt í trongd,
karlar og konur vappa;
teir sum kjógvar við kliptum veli
tær so mjúkar sum fitjur á seli
lysta at kína og klappa.

— Stormur dunar í homrum hátt,
himnaódn ger dag til nátt,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0365.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free