- Project Runeberg -  Lesibók /
351

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hetta heldur ikki væl. Hon mati vera gjørd á vetri 1272
—73 edla á vári 1273, tí tann veturin adlan var Magnus
kongur í Túnsbergi. Hann gjørdist kongur í 1263 og var
tá longu frammanundan krónaður. Eisini er málið, sum
rættarbótin er skrivað í, óvandað. Undarligir misskilningar
av orðun eru uppi í, sum tó helst munu koma av gáloysi
kjá seinni avskrivarun, tí einki upphavsskrift er til nú, sum
henda rættarbót hevir staðið í. Hon finnst í einun
pappírs-handskrifti frá tíðini um ár 1600 (goymdun í tí
arnamagnæ-anska handskriftsavni í Keypmannahavn). Har stendur hon
skrivað tvær reisur, og ettir einari og somu uppskrift er hon
avskrivað í báðun støðun, sum ætlast kann av tí, at tað er
ikki uttan í stavingarlaginun, at báðar avskriftirnar bróta
nakað av kvør frá aðrari.

Tídningarmest og mest athugavert av teim fáu
fodn-brøvun, Føroyun viðvíkjandi, er tó rættarbót Hákunar
her-tuga Magnussonar edla »seyðabrævið« — so nevnt av tí,
at nóg tær flestu greinir harí eru um seyðarøkt og
seyða-skipan. Tað er nóg tað mest umfatandi av okkara
fodn-brøvun og eisini tað elsta fudlgildiga bræv, sum vit vita um
við vissu, at tað er staðfest av ríkisstírismonnum. Tað er
grundarlagið firi adla seyðaskipan og seyðarøkt í Føroyun
upp til henda dag. Rættarbót er henda hertugaliga skipan
nevnd av tí, at hon í imsun bøtir um edla broytir ta eldru
høvuðsløgskipan, sum Føroyar høvdu í felagi við Noregi
edla tí parti av Noregi, sum oyggjarnar lógu til —
Gulating-lagið at kadla.

Hin eldra og reiðuliga Gulatingslógin varð broytt í 1274;
á tí ári gjørdi Magnus kongur Lagabøtari (lógbøtari) níggja
samlaða landslóg firi Noreg, grundaða uppá tær gomlu
ting-skipanirnar. Við summun broytingum firi Gulatinglag varð
hon kadlað »ingra Gulatingslóg*.

Báðar Gulatingslógir hava ivaleyst verið ráðandi í
Før-oyun. kvør undan aðrari.

í rættarbót Magnusar kongs firi Føroyar av 1273
(ár-inun frammanundan, sum eldra Gulatingslógin varð broytt)
stendur, at kongur hevir játtað Føringun, at har skulu ganga

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0369.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free