- Project Runeberg -  Lesibók /
352

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

slíkar lógir, sum ganga um alt Gulatings samlagið, uttan tað
at »búnaðarbólkurin« (løgbólkurin um landbúnað) skal standa
ettir tí, sum bók (løgbók) teirra sjálvs áður vitnar. Hetta
sínir, at Føroyar firi 1273 hava haft egnar løgskipanir og
eisini ettir ta tíð í summun lutun fáa lov til at ganga ettir
egnari løgskipan. Tað er tá ógvuliga stutt tíð, at eldra
Gulatingslógin hevir haft reiðuliga fótafesti á Føroyun.

Ingra Gulatingslógin, partur av teirri samlaðu norsku
landslógini, ið skuldi skapa meiri løgfelagskap um alt landið,
kann ætlast at hava verið ráðandi í Føroyun ettir 1274 edla
rættari ettir 1275—76 —tikið varð við landslógini á
Frosta-tingi í Trándheimi í 1274, men vestan fjadl og sunnan fjadl
í Noregi eitt sindur seinni: 1275 og 1276. Skinnbókin, sum
elsta uppskriftin av tí føroyska seyðabrævinun
(upphavs-skriftið) stendur í og sum løgmansstólurin í Føroyun hevir
átt, birjar tá eisini við uppskrift av teirri ingru
Gulatings-lógini. í seyðabrævinun verður eisini í imsun støðun tikið
til landsbókina (edla bert »bókina«), kvar ið meinast við
landslógina í teirri samansetning, sum hon hevir haft firi
Gulatinglagið.

Um søgu »seyðabrævsins« er at siga, at tann rætti
upp-havsmaðurin til tað, tann ið hevir sett høvuðsuppskotið fram,
sum seinni varð staðfest av Noregis kanslara og av Hákuni
hertuga, Føroya lensharra, man ivaleyst vera hin navnframi
biskupurin í Kirkjubø, Edlindur, sum læt gera dómkirkjuna
har, ið ongantíð kom at vera fudlgjørd. í tí filgibrævi, sum
Hákun hertugi sendir Føringun saman við seyðabrævinun og
kvar ið hann kunnger firi teimun, at hann sendir teimun
hesa løgskipan, og greiðir frá orsøkunun til tess, nevnast
tveir menn sum teir, ið uppskot hava gjørt um níggja
løg-skipan firi Føroyar, tað er: Edlindur biskupur í Kirkjubø og
Sjúrður løgmaður í Hetlandi, sum av hertuganun var sendur
til Føroya í hesum sama ørindi. Tað sæst av hesun, at
Føroyar tá ongan løgmann høvdu firi seg sjálvar.
Oyggj-arnar vóru tá í felagi (í løgmála og dómsmála felagi) við
Hetlandi, eitt lagdømi báðir oyggjabólkar, og løgmaðurin
sat í Hetlandi, sum tikist hava verið høvuðslandið av teim

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0370.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free