- Project Runeberg -  Lesibók /
353

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tveimun. Men í kirkjumálum vóru Føroyar leysar frá
Het-landi. Av tí at løgmaðurin ikki var Føringur, men
Het-lendingur og uttanoyggjamaður, mundi høvuðsarbeiðið koma
at fadla Edlindi til, og tað so mikið heldur, sum seyðabrævið
ikki skuldi vera lóg firi Hetland, men firi Føroyar einar. At
so hevir verið, sæst av tí, at hertugin í filgibrævinun til
seyðabrævið sendir bert Føringun — »vinun sínun í
Før-oyun«, sum hann sigir — sína heilsu (»kvøðu«) og ikki
Het-lendingun. Hertil kemur tað, at Jøgmaðurin í Hetlandi verður
sendur til Føroya firi at veita Edlindi hjálp.

Av tí her beint frammanundan frágreidda kann ætlast,
at orðið þér edla þær, tað er »tær, til tín«, sum stendur
síðst í grein 3 í seyðabrævinun, man heldur sipa til Edlinds
biskups enn til løgmannsins.

Tað hevir verið í biskup Edlinds tíð, at Hetland og
Før-oyar gjørdust eitt lagdømi bæði saman. Tá var Magnus
Hákunarson (Lagabøtari) kongur í Noregi. Ingri sonur
hans-ara, Hákun, hevði longu í 1273, trí ára gamal, fingið
her-tuganavn; í brøvun (soleiðis t. d. í tí føroyska
seyðabræv-inun) roknar hann tó ikki sína hertugadømistíð frá tí ári,
uttan frá faðir síns deyðaári 1280, tá ið hann kom sjálvur
at stíra teimun londun, ið til hansara hertugadømi vóru løgd:
Upplondini, Osló, Hetland og Føroyar. Hesi lond hevði
faðirin givið honun í len. Hákun sigir í tí filgibrævi, sum
hann sendir Føringun saman við seyðabrævinun, at henda
skipan varð gjørd »á nítjanda ári av hertugadømistíð hans«;
faðir hans doyði tann 9. mai 1280, og verður tá seinni
part-urin av hesun ári roknaður uppí Hákunar hertugadømistíð,
so fedlur hans l9nda hertugadømisár í 1298. Seyðabrævið
varð givið á leygardeginun næst ettir Jóansøku, tað er: á
tí 28. juni.

Óvíst er kortini, á kvørjun ári Hákun first gjørdist
Før-oya lensharri. í 1276 kom Orknoyajallsonurin Magnus
Magnusson til Noregs og fekk har jallsnavn; tá gjørdi hann
trúnaðareið til Magnus kongs. Men í sama føri varð hann
at gera ta sátt við Noregs kong, at hann skulđi sláa frá sær
alt tilkadl til Hetlands, sum longu frammanundan var skilt

23

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0371.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free