- Project Runeberg -  Lesibók /
355

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

ásakanir vóru settar fram firi kongin av Edlinds og kirkjunar
mótistøðumonnun. Edlindur sæst tó at hava vunnið sína
og kirkjunar sak í endanun. Men um hetta sama tíðarskeið
doyði hann í Bergen tann 13. juni 1308.

Av gamlari skinnbók, sum gjørd var í birjan av tí 14.
árhundraði og sum avskrift av seyðabrævinun er upptikin í,
sæst, at smábroytingar eru vorðnar gjørdar í tí longu tá og
tvær níggjar greinir, undirgreinir, komnar atturat. Eisini er
røðin, sum brævsins greinir har standa í, øðrvisi enn í
upp-havsbrævinun (seyðabrævinun í sínun elsta skapilsi); nakrar
greinir, sum ikki eru um seyð og sum í upphavsskriftinun
eru komnar at standa spjaddar upp ímidlun
seyðagrein-irnar, eru vorðnar samlaðar og settar í endanun av bræv-

inun. Tað er Edlindur biskupur, sum hetta hevir gjørt, og

at so er, skal vísast, kvar ið frágreiðing verður givin í grein
2, undirgrein b, í hesari rannsóknadeild um skinnbók Hist. Lit.
12 folio (Lund), søgu hennara, ogkvat ið Edlindur má ætlast
at eiga uppi í hesun stóra gamla handskrifti, sum er av teim
prúðastu, ið goymd eru í norðurlondun.

Firi betur at skilja grein 3 (»um húsbøndur«) í
seyðabræv-inun, kvar ið sektir verða lagdar á leys fólk, sum ikki vilja
taka sær tænastu, eigir ein at minnast á, at um tað tíðarbil, at
henda løgskipan varð gjørd, var enn stutt umliðið frá
vík-ingatíðini og trælatíðini. Trælabandið var loyst, og av tí
at menn tá høvdu lindi til at liva óbundið lív, gekk ofta
idla til kjá bóndun at fáa arbeiðsfólk og tænastufólk. Sektir
vóru tí lagdar á leys fólk, sum ikki vildu tæna. Soleiðis

var eisini vorðið aðrastaðni, t. d. í Noregi, sum sæst av

gomlun løgskipanun (um menn, sum vilja taka upp handil
og ikki tæna).

Kvussu væl grundað og samansett og hóskandi til
landsins tørv tað gamla føroyska seyðabrævið hevir verið,
sæst best av tí, at nærum hálvt fjórða hundrað ár seinni
varð tað uppattur staðfest sum lóg firi Føroyar. Kristian hin
fjórði, Danmarkar kongur, læt tað mestan alt, adlar
seyðar-greinirnar, útleggja úr tí gamla málinun og til danskt mál,
orð til annað, og staðfesti tað á Andvordskov sloti á tí 24.

23*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0373.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free