- Project Runeberg -  Lesibók /
356

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

februar 1637. Tær fáu greinir, sum ikki vóru um seyð (t. d.
hin frammanundan nevnda grein um húsbøndur), vóru
burtur-úrlatnar — tær hóskaðu ikki longur til tað 17. árhundrað
— men alt hitt kom at vera standandi, sum tað av firstu
tíð hevði staðið. Og enn er hetta gamla bræv grundarlagið
firi adla seyðaskipan og seyðarøkt í Føroýun.

Trí handskrift (tvær skinnbøkur og ein pappírsbók) eru
nú ettir, sum tað gamla føroyska seyðabrævið stendur
upp-skrivað í — tvey í Svøríki (Stockholm og Lund), hitt triðja
í Keypmannahavn. Hesi handskrift eru so nevnd: 1)
skinn-bók (pergament) nr. 33 (firr: C 20) í kvartformi, í tí
kong-liga bókasavninun í Stockholm, 2) skinnbók (pergament) Hist.
Lit. 12 í folio edla arkabroti, í universitetsbókasavninun í
Lund, 3) pappírshandskrift AM. nr. 316 folio í tí
arnamagnæ-anska handskriftsavninun í Keypmannahavnar
universitets-bókasavni.

Av seyðabrævsuppskriftunun í teim beint nevndu
hand-skriftun er tann í Stockholmsskinnbókini nr. 33 kv. hin elsta.
Tað er sjálvt upphavsskriftið (»originalurin«), sum harí
stend-ur; tað er skrivað av einun manni, ið nevnist Teitur, og
undirteknað í latínskun máli av ríkiskanslaranum Áka.
Inn-siglið er nú burtur; bert holið er ettir, har sum
innsiglis-reimin hevir verið fest. Frammanfiri seyðabrævið, ovast á
síðuni vinstrumegin, har sum tað birjar, stendur (eisini í
la-tínskun máli) hertugans staðfesting av brævinun — hon tikist
vera skrivað við kanslarans hond — og har undir stendur
hertugans »monogram« edla navnatekin (eitt samanflættað
H og M: Hákun Magnusson), sett av honun sjálvun.

í bókini, sum innbundin er ímidlun tvær træplátur við
mirkabrúnari leðurpermu um, leðurpermu við mindaskrúði
edla »figurun«, eru tíggju fedlingar edla hefti (»læg«) og 79
bløð tilsaman. Skinnið er adlan vegin út ettir av mirkun
gulbrúnun liti og dálkað. Bókin er skrivað av fimm imiskun
hondun, meginparturin frá tí 14. árhundraði. Noregs
lands-lóg (ingra Gulatingslógin) saman við rættarbótun Magnusar
kongs Lagabøtara firi Gulating, sum gongur frá blaði 2 til
blað 71 b, er hennara høvuðsinnihald. Seyðabrævið birjar

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0374.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free