- Project Runeberg -  Lesibók /
357

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

ovast á baksíðuni av blaði nr. 72 og gongur til niðast á
framsíðuni av blaði nr. 75; tað tekur upp seks tvíspaltaðar
síður. Eitt filgibræv, sum Hákun hertugi sendir Føringun saman
við seyðabrævinun og kvarí hann kunnger firi teimun hesa
løgskipan og greiðir frá orsøkunun, stendur í handskriftinun
niðri undir seyðabrævstekstinun á baksíðuni av blaði 73 og
framsíðuni av blaði 74. Tað er skrivað av hertugans
skriv-ara (notarius), Bárði Pæturssoni, í skráhond á teim breiðu
tromunun í neðra á tann hátt, at reglurnar ganga tvørtur
um báðar síður: kvør regla á baksíðuni av blaði 73 er førd
adlan vegin tvørtur um, ivir til høgru trom á framsíðuni av
blaði 74.

Av øðrun uppskrivaðun, ið viðvíkir Føroyun, í hesari
somu skinnbók, eru tvey brøv fram at taka: 1) skipan um

nevndarmanna tingfarartodl, gjørd á Føroya løgtingi og
skriv-að á teirri opnu baksíðuni av blaði 11 í brotskrift (fraktur)
edla Gotaskrift frá tíðini um ár 1400, og 2) eitt lítið bræv um
fíra Skúvoyarsistrar, skrivað í skráhond nakað um somu tíð
á baksíðuni av einun lítlun skinnblaði, sum er vorðið heft
upp ímidlun blað 19 og blað 20. Brævið um
Skúvoyar-sistrarnar ljóðar svo: pær voru .iiij. systur y Skufæy

Sivrdar dættur, var ein lnghibiorg modir Sisæliv ær
porbærgr y Gotthv fækk onvr var Gislavgh en pridia ett
Margrettha en fiorda het Oddvor oc atthv pær hver sin
fiord-vngh y Skvfæy (»Tær vóru fíra sistrar í Skúgvoy, Sjurðar
døtur. Ein var Ingibjørg, móðir Ceciliu edla »Sissalar«,
sum Torbergur í Gøtu fekk, onnur var Gislaug, hin triðja
æt Margreta, hin fjórða æt Oddvør, og áttu tær kvør sín
fjórðung í Skúgvoy«).

Bókin hevir ikki av firstu tíð haft tað umfang, sum hon
nú hevir. Her eru trí handskrift vorðin samanskoytt í eitt:

1) høvuðshandskriftið við Gulatingslógini, 2) tað føroyska
seyðabrævið, og 3) Hanusar kongs rættarbót.

Um bók hennar søgu er at siga, at vissa er firi tí, at
løgmannsstólurin í Føroyun hevir átt hana. Fremst á
fram-permuni stendur innskrivað navnið »Peder Jakobson« (»Peder«
í erva og »Jakobson« í neðra), og attast á bakpermuni

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0375.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free