- Project Runeberg -  Lesibók /
358

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

stendur »Anno 1599« (»Anno« í erva og »1599« í neðra).
Peder Jakobsson, kongsbóndi í Kirkjubø, var løgmaður í
Føroyun í árunun 1588—1601, og 1599, ið attaná bókini
stendur, er árið ið hann hevir latið hana binda inn, helst í
Bergen. Tá eru handskriftini nr. 2 (seyðabrævið) og nr. 3
vorðin samanbundin við Gulatingslógina. Um ár 1600 hevir
hon verið í Bergen; tá hevir borgmeistarin har, Michel
Jens-søn, haft hana í hondun og avskrivað part av henni. Síðan
frættist um hana, at hon nakað ettir 1680 var komin til
»antikvitetskollegiet« (seinni kadlað »antikvitetsarkivet«) í
Upsala í Svøríki. Haðan er hon so seinni komin til tað
kongliga bókasavnið í Stockholm, har sum hon nú er.

Frá d’ógum Nolsogar-Páls.*)

í árinun 1804 ger Pádl ferð heimanífrá suður til
Suður-oyar, kvar ið boð skuldu gerast á sølutingi (auktión) í
Kval-bø uppá eitt strandað skip. Hann hevði tá givið uppat við
at sigla firi tann kongliga handilin, og nú bar tað ikki
vand-ari á, enn at ein óvæntaður tilburður opnaði honun tær
bestu vónir firi at fáa tað fram, sum hann hevði í huga: at
fáa sær egið skip at føra og sum høvuðsmaður í tí at skapa
sær føri til at virka á annan og munaligari hátt til gagns
firi Føroyun, enn higartil hevði lutast honun. Tað eydnaðist
honun at keypa tað brotna skipið firi lágan prís, og burtur
úr hesun skipsrovun, sum hann førdi suður til Vágs, gjørdi
hann eitt nítt skip. Suðuri í Vági (í Suðuroy), á Fløtuni
fríðu, varð hetta níggja skipið smíðað. Skjótt leið arbeiðið;
tí imsir brøður Páls, helst Jóhannis, hjálptu honun trúliga.
Sjálvur var Pádl bæði timbrari, jadnsmiður, seglmakari og
reipsláari, meðan hetta skipsarbeiði var firi hond. Skipið,
ið var gjørt sum skonnart, fekk navnið Royndin og varð
síðan ofta nevnt »Royndin fríða« ettir »Fløtuni fríðu«, har
sum tað var bigt.

*) Úr bókini: Poul Nolsöe, lívssøga og irkingar.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0376.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free