- Project Runeberg -  Lesibók /
359

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Langar tíðir vóru tá lidnar, síðan nakar Føringur hevði
átt edla ført egið skip. Slíkt var ikki hent síðan á miðøldini.
Padl sjálvur hevir stundun kadlað Royndina »tað firsta
før-oyska skipið«, og í tíðindablaðnun »Dagen« í
Keypmanna-havn, í nummarinun firi tann 27. juni 1806, stendur skip
Páls umtalað við teirri frágreiðing, at hetta er tað firsta
tilju-skip (»dæksfartøj«), sum Føroyar hava átt, síðan svarti
deyðin var.

Henda firitøka Páls loypti ótta á teir stírandu í
oyggj-unun — teir grunaðu, at hetta mundi fara at vera ein stoytur
firi kongliga einahandilin og firi teir sjálvar við, einans menn
í oyggjunun, sum fingust við keypskap í størra lagi, bæði
opinberan og loyniligan, bæði loyvdan og forbodnan, tóat
handilsforvaltarin einsamadlur var keypmaður av navni. Teir
lata spirja Pádl, kvat ið ætlan hans er við hesun skipi. Hann

svarar teimun attur, at hann ætlar at læra Føringar skips-

fiskiveiði firi at hjálpa fiskiskapinun fram í Føroyun og at
venja teir upp við sigling í skipi, so at teir kunnu gerast
búnir og førir til at taka ímóti fríaru og minni bundnun tíðun,
um slíkar skulu eydnast Føroyun. Hann nevnir ikki orðið
handilsfrælsi edla »fríhandil«; men teir stírandi vita væl, at
tað er tað, sum hann meinar við og ætlar at strevast firi.
Svar hans virkar uppá teir sum reyður klútur uppá tarv; tí
teimun ræður um at køva slíkt strev, ið vil minka um veldi
teirra og inntøkur. Sum seinri skal vísast, keyptu teir sjálvir
upp bæði opinberliga og loyniliga vørur í oyggjunun, til
dømis troyggjur, firi lítlan prís og lótu føra út til at selja í
út-londun til egnan vinning; men vildi annar maður gera slíkt,
um tað var til egið gagn edla til landsgagn, so vistu teir
at forða honun og leggja ilt firi hann, fáa hann lagdan út
sum skaðiligan og bótasekan loynihandlara edla »smuglara«,
um enn tað vóru loyvdar og fríar vørur, ið hann vildi føra.
Tað gav Nolsoyar-Páli at bíta, tá ið hann tók at sigla við
Royndini. Og tó vóru, so sum vísast skal, forbodnar vørur
ímidlun tað, sum teir sjálvir lótu senda og føra.

Pádl hugsaði um meira enn at níta skip sítt bert til

fiskiveiði; hann vildi eisini níta tað til útførslu av imsun úr-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0377.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free