- Project Runeberg -  Lesibók /
361

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

bert tað, at hann ’nú kundi væntast at føra fórbodnar vørur
inn í landið; men teir høvdu grunsil á, at loysing av
handl-inun stóð firi hond, og teir vistu, at hin ídni og órógvasami
Nolsoyar-Pádl av adlari megi vildi royna at troðka tær hurðar
upp, sum teir vildu halda læstar, at hann vildi virka bæði
beinan veg og skákveg firi at fáa handilin givnan leysan:
beinan veg við at bera hetta mál fram bæði í talu og skrift
og royna at fáa filgismenn ikki bert í Føroyun, men eisini
niðri í Danmark, helst midlun teirra, ið høvdu ræði og vald,
og skákveg við at venja Føringar upp í skipssigling og geva
teimun hug hartil og til útlandaferðir, so at teir, tá ið teir
komu aðrastaðni burtur, kundu koma at síggja, kvussu
neyðarsliga til stóð heima. Nú ið hann hevði fingið egið
skip, bar honun so væl til. Og Føringar kundu við hans
hjálp og firigongu um stutta tíð koma at fáa fleiri skip.
Pádl læt tað heldur ikki vera loynt, at hann helt Føringar
vera innibirgdar av handilsstírinun, og at hann vildi virka
kvat ið hann kundi firi at geva teimun víðari útsíni og
kunn-skap um útheimin, um útlendsk viðurskifti, handilsmál og
onnur mál, so at teir kundu fáa meiri hugdirvi og álit til
sín sjálvs um somu tíð, sum teir við hans hjálp búnaðust
til at taka ímóti níggjun tíðun. Teir stírandu í oyggjunun
tóku tí til at leggja ráð upp ímóti honun, og teir fingu upp
í lag at tálma honun og leggja bágsteinar í veg hans, nóg
meira enn hann hevði droymt um av firstu tíð.

Tvær vikur seinni, á tí firsta juni 1808, ankraði ein
onnur brigg — Salamine, førd av kapteyni Thomas Gilpin
— á eystaru vág í Havn, og ótti kom, sum eyðskilt var, á
Havnarfólk um, at hetta mundi attur vera ein eingilskur
sjó-ræningi, sum var á ferð. Men tá ið tað franska flaggið varð
vundið upp í húnar á somu tíð sum skipshøvuðsmaðurin
sást at ganga av skipinun og oman í bátin, sissaðust fólk.
Hesin høvuðsmaður, sum átti skipið einsamadlur, varð, tá ið

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0379.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free