- Project Runeberg -  Lesibók /
362

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hann steig fót á land, alvæl fagnaður av teim tveim fremstu
embætismonnunun, sum leiddu hann ógvuliga hávirðisliga
niðan til kommandantsins hús. Teir hildu hann kvør undir
sín armin. Hann segði firi embætismonnunun, at hann var
úr Dunkerque í Frankaríki og nú á veginun heim úr
Vest-indiuoyggjunun. Ettir frásøgn av einun sjónarvitni hevði
hesin maður eina heldur merkiliga útsjónd. Hann gekk við
eygnagløsun edla »brillun«, og hetta var so sjaldsamt í
Føroyun tá, at hesin maður ettirsíðan altíð hevir verið nevndur
»brillumaðurin«.

Brillumaðurin segði embætismonnunun frá, at Kristian
kongur hin sjeyndi í Danmark var deyður tann 7. mars;
tað var ikki frætt enn í Føroyun, so brillumaðurin var firstur
at bera boðini. Kommandanturin’ og fútin gjørdu mikla
veitslu í kommandanthúsunun firi hesun fremminda stórgesti,
sum teir hildu vera vin og verjara ímóti eingilskmonnunun.
At endanun, tá ið hann hevði etið sína nøgd og drukkið
sítt fudla mál av víni, segði hann við embætismenninar, at
nú vildi hann tala við Hansen skipara í Havn, og tað beinan
vegin. Hann til Hansens hús; men skiparin var ikki heima,
og konan kundi ikki siga hesun fremminda, kvar hann mundi
vera at finna. Nú gjørdtst brillumaðurin óður, hóttaði og
svór at konuni, at hon skuldi fáa honun fatur á manninun,
tí hann vildi tala við hann í stundini. Konan svímaði, so
har gjørdist ikki meira. Brillumaðurin spelandi niðan attur í
kommandanthúsini, hitti kommandantin og fútan, og
al-goystur av idlsinni birti hann upp firi teimun, at hann var
eingin franskmaður, men ein tískur barónur úr Hannover,
von Hompesch at navni, og eingilskur ognarmaður: hann
hevði eingilskan borgararætt, og skipið, sum hann átti, var
eingilskt kaparaskip. Teir skuldu — so herdi hann á firi
teimun — fáa honun fatur á Hansen skipara í somu stund,
tí hann ætlaði at fara undir segl attur og mátti hava
havn-arleiðvísara (»lods«) við sær. Var skiparin ikki funnin,
áð-renn tími var umliðin, vildi hann, von Hompesch, lata skjóta
á staðin og seta eld á hann. Nú var rok í.
Kommandant-urin og fútin vóru gabbaðir av einun skálki, og hetta idl-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0380.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free