- Project Runeberg -  Lesibók /
363

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

riski hevði ivirvald ivir teimun, so teir vóru at gera, sum
hann beyð. í mesta vasi vóru sendiboð útsend í adlar
ættir til at leita ettir Hansen skipara, og meðan henda
leit-an stóð við, tustu eingilskmenninir á land úr skipinun, brutu
inn í húsini og ræntu og plindraðu firi hond.

Við tað sama at hetta fremminda skipið kom, høvdu
Nolsingar, sum grunaðu ilt, mannað bát og vóru farnir til
Norðuroyggja til at heinta teirra høvuðsmann, Pádl Nolsoy,
av tí at teir hildu hann vera tann einasta, sum kundi gera
nakað til bata firi oyggjunun í tí vanda, sum var firi hond.
Hann fór við teimun norðan úr Vági beinan vegin suður til
Havnar. í sameintun flokki gingu teir adlir niðan ímóti
kommandanthúsunun, har sum brillubarónurin segðist at vera,
og kvar garðurin var filtur upp av eingilskmonnun, vápnaðun
við skammbirsun edla stuttbirsun (»pistólun«) og korðun.
Havnarmenn gingu í felag við Nolsingar og tóku sær til
vápna kvat ið var firi hond at fáa (knívar, øksir, spakar,
gassar og tílíkt). Tá ið Pádl Nolsoy við ongari verju uppi
á sær steig inn í salin, kvar ið barónurin beint tá deildi og
blótaði sum alraverst og hevði hóttan frammi til
komman-dantsins, at hann viidi seta eld á staðin, galt hans firsti
tanki, kvaðan hann skuldi í bræði fáa sær eitt vápn, og tað
bar so væl til, at hann kom at bera eyga við
komman-dantsins korða attanfiri eina dragukistu edla »kommodu«.
Hin fremmandi gav honun ikki gætur, tí at hann fór so
stidlisliga fram. Men við tað sama at Pádl hevði korðan í
hond, hevdi hann oddan firi bringuna á baróninun og segði
í eingilskun máli við hann: Ðon’t move! else you are a dead
man!*) Til Føringarnar, ið stóðu uttanfiri, rópaði hann:
»Um eg krivji hann, so sláið frá hond harútiD, kvartil ein
av brøðrun hans svaraði: »Tað skal vera, sum tú slært
kóp.« Barónurin, sum ikki fekk drigið korða sín (hevði
hann roynt tað, so hevði hann ivaleyst verið dripin),
gjør-dist nú spakur og lovaði víst at eira staðinun og einki ilt

*) »Rør teg ikki! annars er deyðin tær vísur í stundini!« Orðarætt:
annars ert ttí ein deyður maður.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0381.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free