- Project Runeberg -  Lesibók /
365

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

eftir tí summardrabbandi havi inn móti oyggjunum teimum
fjallaskrýddu.

Og áðrenn ein veit orðið av, hevir mjorkin stúgvað
seg tættur og tjúkkur í sund og firðir, so ikki tekkist
rúm-ari enn bátur er langur.

Og áðrenn ein veit orðið av, kann hann hvórva aftur.
Ikki altíð á sama hátt sum tá hann kom — draga seg aftur
í havið. Nei, sólin kann brádliga gloypa hann, so at tað
alt í einum ikki sæst ein geiri eftir av honum hvórki nær
ella námunda.

Táið sund og firðir og alt stendur stóplandi fult av
summarmjórkanum — tá verður farið at skjóta lomviga.

Tí táið fuglaflokkarnir á veg úr björgunum gjógnum
sundini søkja til havs eftir æti og aftur leita av havinum
heim í bjórgini, tá leita teir fram við oyggjunum og leggja
at tongunum fyri at kunna hava hylling á leiðini, fyri ikki at
villast í mjórkanum.

Tá dregur lomvigaskyttarin bátin úr neystinum, setur
kumpassið á bekkin og rør frá landi. Dygst inni við tangan
stedgar hann, ger seg til og tekur byrsuna í hondina —
meðan hin lýggi, ljósi, mjúki mjórkin er sum eitt hválv
run-dan um hann og hansara lítla fýramannafar. Flokkur í
flokk, utan stedg — tað er sum ramur gandur — kemur út
úr hválvinum óðrumegin og hvórvur so aftur hinumegin.
Men áðrenn flokkurin á síni kvikligu ferð er komin so langt,
hevir byrsan longu tint burtur av honum.

Buldó, buldó! Ein fuglur fyri, annar eftir, javnliga sex
og sjey ísenn detta við ferðini, so teir stikla langan veg
eftir sjónum. Buldó, buldó! Skjótt flýtur nøgd av deyðum
fugli um bátin við teim skínandi hvítu bróstunum uppeftir.

So verður stedgað til at henta upp og síðani byrjað
aftur, tí fleygið er endaleyst og utan stedg.

Við stórari veiði rør skyttarin heim aftur. Tann skotni
fuglurin hevir blóðgað allan bátin. Blóð flýtur í kjólinum
— bekkir, stokkar og borð eru blóðsprænd. Sjálvur er
skyttarin blóðigur á klæðum og hondum og sjálvt á anditi

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0383.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free